Samráðingarleiðari: ES roynir enn eftir handilsavtalu við USA

Fráboðanin hjá Donald Trump um, at ES skal tollast við 50 prosentum, fer ikki at fáa ES at gevast við samráðingunum.

Handilskommiserurin í ES, Maros Sefcovic, skrivar á X, at ES er til reiðar at verja síni áhugamál. (Arkivmynd). - Mynd: Símun Wohlfahrt/Ritzau Scanpix

ES fer framhaldandi at stremba eftir at gera ein handilsavtalu við USA, sum er grundað á virðing og ikki hóttanir.

Tað skrivaði høvuðssamráðingarleiðarin hjá ES, handilskommiserurin Maros Sefcovic, fríggjakvøldið á sosiala miðlinum X.

Høvuðssamráðingarmaðurin sigur tó eisini, at ES er til reiðar at verja síni áhugamál mótvegis USA, um tað gerst neyðugt.

- ES er fult sinnað og strembar eftir at fáa eina avtalu, sum virkar fyri báðar partar.

- ES-nevndin fer framhaldandi at vera til reiðar at arbeiða í góðari trúgv.

- Handilin millum ES og USA er ómakaleysur og skal stýrast gjøgnum sínámillum virðing, ikki hóttanir. Vit eru til reiðar at verja okkara áhugamál, skrivar Sefcovic.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði fríggjadagin frá, at naggatódn er komin í samráðingarnar um handilsavtalu við ES.

Hann heldur tí, at 50 prosent tollur skal leggjast á vørur, sum verða útfluttar úr ES til USA.

Vørur úr ES-londum og flestu øðrum londum eru longu undir tíggju prosent grundtolli.

Upprunaliga var ætlanin hjá Trump, at ES-vørur skuldu verða raktar við einum tolli uppá 20 prosent, tá tær vóru útfluttar til amerikanska marknaðin.

Men innføringin av hægri tollprosentinum varð útsett í eitt fyribils tíðarskeið uppá 90 dagar í apríl.

Fyrr fríggjakvøldið segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen - eins og ovasti samráðingarleiðarin hjá ES - at ES er til reiðar at samráðast um eina avtalu við USA.

Men ES er eisini sinnað at svara aftur í einum møguligum handilskríggi.

- Handilssambandið millum ES og USA er tað størsta í heiminum. Vit fara øll at tapa í einum handilskríggi.

- ES vil samráðast um loysn, um tað ber til, men vit eru samstundis til reiðar at verja okkara áhugamál við røttum og lutfalsligum svarum, um tað verður neyðugt, skrivar Løkke Rasmussen í viðmerking til Ritzau.

Síðani Trump 2. apríl legði fram ein umfatandi lista við ymiskum tolli á amerikanskum handilspartarum, hava heimsins partabrævamarknaðir verið raktir av stórum sveiggjum.

Tað hevur tó verið lutfalsliga ró á partabrævamarknaðunum seinastu tíðina.

Men eftir at Trump seinnapartin fríggjadagin kunngjørdi 50 prosent toll á ES-vørum, fullu stóru virðisbrævavísitølini bæði í Danmark og uttanlands.

 

/Ritzau/

 

Handilskommiserurin í ES, Maros Sefcovic, skrivar á X, at ES er til reiðar at verja síni áhugamál. (Arkivmynd). - Mynd: Símun Wohlfahrt/Ritzau Scanpix