Samskiftið millum skúla og heim kann enda galið

Granskingin vísir, tá ið talan er um handfaringin av samskiftistrupulleikum, at næmingurin og familjan kunnu verða ekskluderað úr skúlanum orsakað av mátanum, sum skúlin handfer samskiftistrupulleikarnar

– Ein ph.d.-verkætlan, ið Gro Emmertsen Lund hevur gjørt, vísir, at tá ólag kemur í samstarvið millum foreldur og lærarar, kann tað enda við eksklusjón. Í verkætlanini hevur hon kannað, hvussu 20 ymiskar familjur úr miðalstættini uppliva handfaringina hjá skúlunum av samskiftistrupulleikum, skrivar Gitte Klein, lærari, í grein í Skúlablaðnum

Hon vísir á, at handfaringin av samskiftistrupulleikum fer fram eftir einum ávísum mynstri ella í einum eksklusjónssnyrli, sum kann elva til, at samstarvið millum heim og skúla verður kvett, at man gevur upp, hevur ein øðrvísi atburð móti næminginum ella í ringasta føri, at næmingurin flytur skúla.

Í stuttum vísir granskingin, at familjurnar kenna, at tær verða positioneraðar sum skeivar, truplar og ikki sinnaðar at samstarva og so framvegis. Á henda hátt kenna familjurnar seg lítilsgjørdar (marginaliseraðar) og at enda ekskluderaðar.

– Tey yrkisligu handla í allarbestu meining, og tey vilja loysa trupulleikan, men gongdin gjøgnum eksklusjónssnyrilin er ótilætlað og úrslit av grundleggjandi hugsanum og sostatt handlingum, sum tey yrkisligu gera, tá tey uppliva samskiftistrupulleikar í skúlanum og í samskiftinum við foreldrini, skrivar Gitte Klein.

Okkurt má gerast alt fyri eitt

Millum vanligastu samskiftistrupulleikar eru ófriður, ósemjur av ymsum slagi: happing og útihýsan ella fakligar avbjóðingar og so framvegis.

– Tá ið samskiftistrupulleikar stinga seg upp, er týdningarmikið, at eitthvørt verður gjørt alt fyri eitt, tí gransking vísir, at læriúrtøkan hjá næmingum hongur neyvt saman við, hvussu næmingarnir trívast í skúlanum. Umframt hetta økja trupulleikar í skúlanum sannlíkindi fyri, at næmingurin eisini fær trupulleikar uttan fyri skúlan, og tí er umráðandi, at skúlin setir átøk í verk viðvíkjandi trivnaðinum beinanvegin, skrivar Gitte Klein.

Tað er tó ikki líkamikið, hvussu skúlin roynir at loysa hesar trupulleikar. Í ávísum førum kunnu vælmeinandi royndir at loysa trupulleikarnar nevniliga enda við júst tí øvuta – at trupulleikin økist, og samstarvið millum heim og skúla slitnar.


Sosialur arvur sum orsøk til trupulleikar

Tá samskiftistrupulleikar stinga seg upp, er tað ikki óvanligt, at man roynir at finna frágreiðingar um, hví barnið hevur hesa atferðina. Líka so vanligt er tað at leita eftir svarinum í heimligu viðurskiftunum, negativa sosiala arvinum ella diagnosum.

Hon vísir á, at hetta kemur til dømis til sjóndar, tá man ger sær tankar um, hvussu barnið hevur tað heima við hús, tá man ringir heim og spyr, um barnið svevur nóg mikið, um tað situr ov nógv við skermi, ella um tað íðkar ov nógva ítrótt. Í hesum spurningum liggur ein hugsan um, at heimligu umstøðurnar hjá barninum helst eru orsøk til atburðin hjá barninum, og tá heimligu umstøðurnar eru orsøkin til trupulleikan, er tað eisini her, at loysnin skal finnast. Henda hugsanin ávirkar, hvørjar spurningar lærarin setir foreldrunum, hvat lærarin leggur dent á, og at enda, hvussu hann handlar, og sostatt hvørjar møguleikar skúlin hevur at bøta um samskiftistrupulleikan.

– Gransking vísir, at millum 9 og 15% av børnum eru útsett ella lítilsgjørd (marginaliserað). Umleið helvtin av teimum koma úr “vælvirkandi familjum”, har eingin vandi er fyri negativum sosialum arvi. Hetta merkir, at eksklusjón fer fram allastaðni, og hon rakar øll – eisini “vælvirkandi” familjur, og tí er frágreiðingin um heimligu viðurskiftini sum orsøk til atburðin hjá barninum ikki ein hent frágreiðing, tá roynt verður at loysa samskiftistrupulleikar, skrivar Gitte Klein.

– Vandin við at hyggja at samskiftistrupulleikum sum nøkrum, sum hevur røtur í heimliga umhvørvinum, er, at lærarin missir nógvar møguleikar at handla. Ein kann siga, at hugsanarhátturin um sosialan arv ella trupulleikar í heiminum avmarkar handlimøguleikarnar hjá læraranum og harvið eisini møguleikan at loysa trupulleikan, skrivar Gitte Klein í Skúlablaðnum.