Samskipanin riggar ikki nóg væl

- Nei, hatta tykist ikki sum um samskipanin riggar nóg væl. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, til søguna í Sosialinum, har blaðið vísti á eina kostnaðarmikla dupultfunktión innan føroyska heilsuverkið. Ítøkiliga at føroyskur serlækni í urologi situr hendur í favn, samstundis sum heilsuverkið keypir somu tænastur frá útlendskum avloysarum.

Í blaðnum mánadagnum eftirlýsti einasta serlækni í urologi, Jóan Petur Davidsen, at sleppa til arbeiðis.
- Eg kundi saktans átikið mr nógv fleiri sjúklingar, enn eg havi gjørt, segði yvirlæknin við Sosialin.
Men í staðin fyri at senda sjúklingarnar til føroyska serlæknan, velir heilsuverkið at keypa útlendskar avloysarar heim til Føroya at arbeiða nakrar vikur um árið. Rokningarnar til Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús leypa upp í milliónir av krónum.
Aksel V. Johannesen var landsstýrismaður í heilsumálum frá juli 2009 til februar 2011. Í dag er hann sum kunnugt formaður í Javnaðarflokkinum.
- Tá eg var landsstýrismaður í heilsumálum var eingin urologur inni í skipanini. Tá bleiv arbeitt við at samskipa arbeiðið, soleiðis at eitt samlað tilboð í urologi var í heilsuverkinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Tá brúktu bæði Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús, hvør í sínum lagi, avloysarar innan urologi.
Men arbeiðið at samskipa tilboðið innan urologi datt eftir øllum at døma á gólvið. Í øllum føri kom ongantíð á mál við arbeiðnum.
-Ja, tað má eg bara staðfesta, sigur Aksel V. Johannesen í dag.
Í staðin fyri eitt felags toymi, ið skuldi taka sær av øllum viðgerðum innan urologi, er í dag ein urologur í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, samstundis sum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús keypa sær serfrøði uttanifrá.
Í Sosialinum mánadagin segði landsstýrismaðurin í heilsumálum seg arbeiða við málinum.
- Spurningurin um, hvussu virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum skal skipast, verður tikin við, nú vit eru farin undir arbeiðið at endurskoða bygnaðin í heilsuverkinum, segði Karsten Hansen við Sosialin.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur seg ikki kenna hesar ætlanir út í æsir. Og tí dugir hann ikki at fyrihalda seg til tær.
-Í fyrstu atløgu fer Javnaðarflokkurin tí at reisa málið við fyrispurningi í løgtinginum til landsstýrismannin í heilsumálum, sigur Aksel V. Johannesen.