Samskipið suðuroyarsiglingina og skotlandssiglingina

Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað av almennum peningi.

Avgjørt bíligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster.

Samstundis fæst størri nytta av íløguni í nýtt Suðuroyarskip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri Suðuroyarskip.

Møguligt er at finna nýtiliga loysn fyri samband til Suðuroynna, tá Suðuroyarskipið er burturi.

Spurningurin er, um føroyska samfelagið vil hava eina bíliga Skotlandssigling, um føroyska samfelagið fleiri ár frameftir er sinnað at finna nógvar milliónir til eitt sjálvstøðugt skip?. Ella um tað heilt einfalt onki alment stuðlað farma/bilaferjusamband skal millum Føroyar og Skotland.

Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, at tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar siglingina av sínum eintingum.

Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt?

Síggi nú í internnetbløðunum, at Skipafelagið Føroyar hevur í umbúna at niðurleggja Skotlandssiglingini.


Útflutningur, innflutningur, mentan og samskifti

Føroyingar hava altíð ynskt gott samband til Skotlands. Høvuðsorsøkin er, at stórur partur av føroyska útflutninginum fer til Skotlands og til Bretlands.

Fyri útflutning av fiski hevur tað eisini stóran týdning, at Skotland er okkara næsti granni, sum samstundis eisini hevur vegasamband til Europeiska meginlandið, soleiðis at tá feskur fiskur er komin í land í Skotlandi, er bert eftir at koyra, so kemur fiskurin skjótt fram til keyparan nærum allastaðni í Europa.

Tað eru stórir møguleikar fyri føroyska innflutningin við betri sambandi við Skotland.

Vinnuliga og politiskt verður hesin parturin av orðaskiftinum illa tikin við. Tað verður sagt, at hava minni týdning. Tað hevur minni týdning - jú; men tað er als ikki týdningarleyst. Tað eru møguleikar at fáa eins góðar vørur í Skotlandi sum í Danmark. Tá vørurnar samstundis vanliga eru bíligari, hevur hetta stóran týdning fyri føroyska samfelagið, á tann hátt fær føroyska samfelagið og føroyski brúkarin meira nyttu burtur úr tí peningi, sum nú einaferð eru at húsast fyri.

Skúlaflokkar í fólkaskúlanum, HF-flokkar, handilsskúlanæmingar og hægri útbúgvingar hevði brúkt møguleikan fyri útbúgvingarligum samstarvi við Skotland. Lærarar og aðrir fakbólkar hava tikið eftirútbúgvingar í Skotlandi. Áhugabólkar fyri at varðveita føroyska bátin hava funnið samhugaðar í Skotlandi.

Ung fólk hava fingið sær útbúgvingar í Aberdeen. Familjumenn hava fingið sær arbeiðið í skotska oljuídnaðinum og hava ferðast heim eina ferð um mánaðin til familjuna.

Spakuliga tók alt føroyska samfelagið - vinna, skúlar, áhugafeløg og familjur - ímóti teimum mentunarligu og útbúgvingarligu møguleikunum, sum vóru meðan sambandið til Skotlands var betri eitt tíðarskeið.

Tað er sjálvandi leingi, áðrenn Skotland fær eins stóran týdning sum Danmark fyri okkum handilsliga og mentunarliga. Tað er okkara næsti granni. Føroyingar føla seg væl millum skotar. Tað eru frammanundan knýtt vinabond. Nógvir føroyingar búgva í Skotlandi og í Bretlandi. Í Skotlandi er oljuvinna lík tí, vit vænta í Føroyum.

Tað er vert at royna at stimbra møguleikarnar.


Royndirnar higartil

Rutusambandið millum Føroyar og Skotland hevur mestu tíðina verið loyst sum ein partur av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Tað hevur fyri ferðandi millum Føroyar og Danmark verið merkt sum ein stegður í rullinum og ein longjan av ferðatíðini. Skotland gleið burtur úr ferðafólkafarleiðinum og varð bert røkt við farmaskipum.

Við siglingin við Smyrli millum Føroyar og Aberdeen varð roynt at fáa Skotlandssiglingina at standa einsamalla.

Royndin vísir, at tað er eitt rímuliga stórt grundarlag, men ikki nóg mikið til at gjalda rakstrarkostnaðin.

Skipafelagið roynir síðan aftur við at skipa Skotlandssiglingina sum ein part av farmasiglingin til Danmarkar. Teir siga nú frá, at teir muga niðurleggja farleiðina.

Smyril Line sigldi til Skotlands um summarið teirra fyrsta ár við Norrønu; men teir góvust, og ongar ætlanir eru um at byrja aftur.

Stutt kann tí sigast:

Tað bar ikki til hjá Skipafelagnum at hava Skotlandssiglingina saman við siglingini til Danmark á einum skilaligum tænastustøði. Tað bar ikki til við Smyrli at hava eina sjálvstøðuga sigling til Skotlands á einum fíggjarligum grundarlagi, sum føroyska samfelagið var sinnað at bera kostnaðin av.

Tað má harafturat metast rættiliga avgjørt, at tað er ikki privatur íløguhugur at royna at byggja upp sjálvstøðuga farleið til Skotlands.


Flúgving, skipasamband ella bilaferja

Tann besti kombineraði møguleikin fyri útflutningi, innflutningi og ferðasambandi er at funnin verður ein bilaferjuloysn.

Við bilferju ber til, at føroyskir persónbilar og lastbilar koyra til Skotlands og víðari til Europeiska meginlandið. Tað gevur møguleikar fyri einari føroyskari bilaflutningsvinnu.

Sjálvt um nógv ferðafólk ynskja at flúgvingin verður útbygd, so tekur hetta eisini tíð. Fyri nógvar brúkarar er tað av stórum týdningi at koyra víðari í Skotlandi. Hetta vilja teir ofta helst gera í egnum bili. Tað er tí ikki ein nóg loysn bert av hava farmaflutning við skipi og fólkaflutning við flogfari, tí tá missur sambandið ta týdningarmiklu dygdina av at kunna flyta fólk, akfør og farm samstundis frá einum veganeti til annað veganet.

Flogsamband vil nátúrliga mennast saman við regluligum bilferjusambandi.


Møguleikar

Tað er tí ikki líkt til, at Skotlandssiglingin kann byrja av nýggjum, uttan at politiskt av nýggjum verður funnin ein loysn, sum brúkarin og føroyska samfelagið kunnu góðtaka.

Skal veganetið nýtast og ferðasambandið mennast, er neyðugt at ferðafólk, persónbilar, lastbilar og farmur kunnu ferðast høgliga.

Ein bilferja millum Føroyar og Skotland skal sigla úr Føroyum seint í vikuni fyri at hava við útflutningsvørur til skotska, enska og europeiska marknaðin. Siglast skal úr Skotlandi soleiðis at innflutningsvørur eru í Føroyum sunnudag ella mánamorgun. Aðrar tíðir í vikuni vil inntøkugrundarlagið verða munandi minni á farleiðini.

Tað hevur ikki eydnast at víst á nakra bíliga loysn, uttan at hendan verður tengd saman við strandfarasiglingini. Tað er soleiðis, at allar strandfaraferjurnar skulu skiftast út rættiliga skótt - tað skal helst gerast so skjótt yvirhøvur gjørligt - t.v.s. innan fyri eitt 10 ára-tíðarskeið.

Tað skal m.a. keypast/byggjast nýtt Suðoyarskip. Tað skal keypast/byggjast ein ferja, sum vanliga verður brúkt á aðrari farleið, men tá Suðuroyarskipið er í dokk 2-4 vikur um árið, skal næststørsta ferjan røkja Suðuroyarleiðina.

Tað skal kanska keypast/byggjast ein katamaranur at røkja sambandið millum Skálafjørðin, Nólsoynna og Tórshavn gerandisdagar og Suðuroynna um vikuskifti. Møguleikarnir eru nógvir, spennandi og kostnaðarmiklir.

Tað eru fleiri av hesum møguleikum, sum samsvara væl við, at Suðuroyarskipið eisini í vikuskiftunum røkir eina regluliga vikuskiftissigling til Skotlands.

Specifikatiónirnar til eina góða Suðuroyarferju og til eina góða Skotlandsferju eru nærum eins.

Nyttan av íløguni verður munandi størri við at ferjan røkir báðar uppgávur. Íløgan er væl omanfyri 100 mió. kr.

Tá sama góða ferja verður brúkt bæði til Suðuroyarsigling og Skotlandssigling verða bindingar.

Ikki er møguligt at sigla longur enn til Scrabster. Ferjan verður burtur frá siglingini til Suðuroyar leygardag og sunnumorgun.

Neyðugt er at finna eina brúkiliga loysn upp á Suðuroyarsambandið teir umleið 30 tímarnar um vikuna, sum ferjan er burturi.

Ein góð loysn er, at ein katamaranur, sum verður brúktur gerandisdagar norðanfyri, leygardag og sunnumorgun røkir siglingina til og frá Suðuroynni.

Onnur loysn er, at næststørsta ferjan hjá Strandfaraskipum Landsins siglir leygardag og sunnudag til Suðuroyar.

Næststørsta ferjan vil um 5-10 ár verða ein nýggj ferja til støddar sum Dúgvan men við stabilisatorum, so komforturin verður ikki nógv øðrvísi enn við Smyrli í dag.

Valda loysnin kann verða fyriskipað við at lata Strandfaraskip Landsins standa fyri øllum søluarbeiðnum av farleiðini, sum tá Smyril sigldi. Annar møguleiki er at skipa sølupartin í eitt alment/privat partafelag, sum hevur avtalu við Strandfaraskip Landsins um pláss og prís fyri flutningin, og hetta felagið er sambindingarlið millum føroysku og útlendsku brúkarnar um flutning víðari millum marknaðarnar.


Niðurstøða

Fyri Føroyar er týdningur av góðum sambandi til Skotlands stórur fyri útflutning, innflutning, mentunarligt samstarv og ikki minst fyri okkara møguleikar at verða meira óheftir av donskum útbúgvingum og donskum handilsfyritøkum.

Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað av almennum peningi.

Avgjørt bíligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster.

Samstundis fæst størri nytta av íløguni í nýtt Suðuroyarskip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri Suðuroyarskip.

Møguligt er at finna nýtiliga loysn fyri samband til Suðuroynna, tá Suðuroyarskipið er burturi.

Orðaskiftið hevur verið um hetta og líknandi mál fleiri ferðir.

Løgmaður sum samferðslumálaráðharri kann velja at gera eina kanning; men eg meti so avgjørt, at royndirnar eru nóg drúgvar, og neyðugar kanningar eru gjørdar til at taka høvuðsavgerðina.

Ynskir føroyska samfelagið eina bíliga Skotlandssigling, har Suðuroyarskipið siglir til Scrabster?

Ynskir føroyska samfelagið fleiri ár frameftir at finna nógvar milliónir til eina loysn við sjálvstøðugum skipi?

Triði møguleikin er heilt einfalt at góðtaka, at tað ikki er alment stuðlað farma/bilaferjusamband millum Føroyar og Skotland.

Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, at tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar siglingina av sínum eintingum.

Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt?


Eg vil ynskja gott orðaskifti.


Tasiilaq 19. februar 1998


Jón Rasmussen,

verkfrøðingur


e-mail: [email protected]

tlf.: 009 299 981 583