Samstarv ella konfrontatión

Nationalisma livir ikki uttan konflikt. Verður konfliktin loyst, fer grundarlagið undan nationalismuni. Tí noyðist tjóðveldisflokkurin alla tíðina at hava sínar fíggindar; veruliga ella fyrigyklaðar.

 


Tá samgongan byrjaði, var lag á manni. Væl hevði Høgni Hoydal slóðað fyri við síni famøsu bankasending, so væl at hann í takkarløn var borin inn á ting og fekk formanssessin í tjóðveldisflokkinum í løn omaná. Nationalisman kókaði. So var farið til verka, og reypið var nógv. Hvítabók, svartabók og optimisma.

Við tí stóra bankaendurgjaldinum fór nakað av gassinum úr tí nationalistisku ballónini. Og tá ið eitt stórt sæð samt fólkating samtykti, at Føroyar fingu loysing tann dag, fólkið ynskti tað, var eisini grundarlagið farið undan samgonguni.

Tá ið H.H. nú sigur, at hann skal á danating at slóða fyri fullvelðinum, so heldur hesin pástandurin ikki. Frá dønum fáa vit fullveldi, tá føroyingar sjálvir ynskja tað. Problemið hjá H.H. liggur heima hjá okkum sjálvum. Hann torir ikki at spyrja fólkið. Hann veit, hann fær nei.

Við dyggum upplýsingararbeiði frá javnaðarflokkinum er undirtøkan fyri loysingini komin niður á 37%. Bert ein stórur triðingur av fólkinum vil tað, sum Høgni vil. Tað er hansara stóra problem. Tað er í føroyum, at samgongan skal vinna slagið um loysingina. Og hetta slagið er tapt. Tapið viðurkendu teir, tá teir ikki tordu at geva borgaranum fólkaatkvøðuna 26. Maj, sum honum var lovað.

Men 20. november sleppur fólkið at tala. Tá fáa vit ta fólkaatkvøðuna, okkum varð noktað í vár.Tey, ið haldað, at henda samgongan hevur gjørt eitt gott arbeiði senda sjálvandi Høgna og Óla á danating at klandrast víðari við danir og hvønn annan. Men tey sinniligu, tey ið ynskja loysnir við samráðingum heldur enn við konfrontatión, velja sjálvandi ein javnaðarmann.