Jákup Egholm Hansen
stjóri, Viking Shipping
Komandi føroyska oljuvinnan setir bæði almennum myndugleikum og privata vinnulívinum krøv av slíkum slag, sum ikki áður hava verið aktuell í Føroyum. Millumlanda samstarv við grannalondini um tilbúgving og onnur viðurskifti er neyðugt og av avgerðandi týdningi fyri trúvirði hjá Føroyum sum oljuframleiðsluland.
Fyri privata vinnulívið eru møguleikarnir í eini oljuvinnu stórir, men samstundis má ásannast, at »gáttin« inn í oljuvinnuna er sera høg. Avbjóðingarnar og krøvini við at fara inn í oljuvinnuna eru stór ? so stór, at eisini her er í nógvum førum neyðugt við samstarvi við vinnulívið í grannalondum okkara.
Støðan hjá føroyska vinnulívinum at fara inn í skipavirksemi í samband við oljuvinnuna kann ikki samanberast við tá t.d. norðmenn byrjaðu sítt virksemi. Alt var nýtt tá; kappingin um skipavirksemi var sera avmarkað, og tað var meira ein spurningur um hvør hevði dirvi og nóg mikið av peningi at satsa uppá nakað so nýtt og ókent. Síðani tá er nógv broytt, og í dag er offshore-skipavirksemi í m.a. Noregi ein sera framkomin vinna, samstundis sum tað við árunum eru blivin færri men nógv størri eindir/feløg. Henda støða merkir stutt sagt, at um føroysk reiðaríir ætla sær at bjóða kappingarneytum í grannalondum av innan offshore-skipavirksemi, heldur enn at samstarva, eru vit fleiri banalongdir aftanfyri longu áðrenn startskotið er latið av.
Innan skipavirksemi í samband við oljuvinnuna henda í løtuni ógvusligar broytingar, við risastórum íløgum, sum bert stór og peningasterk feløg megna. Gongdin ber meira og meira tann vegin, at oljufeløgini heldur velja stór, kombineraði skip, sum kunnu loysa bæði flutnings-, bjargingar- og seruppgávur, enn at leiga smærri og eldri skip. Harumframt eru nýggjar uppgávur, sum t.d. kápullegging um høv, blivin ein partur av virkseminum hjá flestu stóru reiðaríum, sum virka innan oljuvinnuna. Hetta hevur ført til eina ógvusliga øking í ordrum av nýbygningum hjá skipasmiðjum, og sambært altjóða skipsmeklaravirkjum eru í løtuni 33 slík skip í ordra, og talið veksur mánaða fyri mánaða. Talan er í flestu førum um skip í prísklassa frá omanfyri 100 mill. til fleiri hundrað mill.
Givið er tí, at skulu føroysk reiðaríir nakrantíð fáa fótin innum í hesa peninga-krevjandi vinnu og skapa sær eina framtíð har, kann tað einans gerast í samstarvi við útlendsk feløg. Tað er heldur ikki nóg mikið bert at miðja ímóti at fáa uppgávur í føroyskum sjógvi, men neyðugt er at verða við á ørðum leiðum eisini.
Men, sum tikið verður til, »vit skulu læra at grulva, áðrenn vit byrja at ganga«, og tí skal byrjast onkunstaðni. Tað er tí umráðandi, at føroyskir myndugleikar gjølliga fylgja upp ásetingunum um »føroyskan kajkant« og føroyska luttøku mótvegis oljufeløgunum, soleiðis at oljufeløgini geva føroyskum reiðaríum møguleika at koma innum »gáttina« og byrja at »læra at grulva«. T.d. eiga føroyskir myndugleikar at umhugsa, um operatørar skulu fáa loyvi at lata útlendsk standby-skip fylgja við teimum pallum teir leiga til leitiboringar á føroyskum øki, um so er at operatørarnir kunnu keypa hesa tænastu frá føroyskum feløgnum. Hinvegin er tað ikki minni umráðandi, at føroysku reiðaríini taka upp neyðugt samstarv við útlendsk feløg, soleiðis at føroysku feløgini eisini kunnu lúka krøv til trygd, góðsku o.a., og loysa tær uppgávur, sum oljufeløgini av røttum krevja.
Stóra útskiftingin av skipum, sum fer fram hjá offshore-reiðaríum í londunum uttanum okkum, ger, at møguleikarnir at útvega brúkt skip í vissan mun eru til staðar. Føroysk reiðaríir megna ikki at keypa ella byggja skip fyri fleiri hundrað mill. krónur, og neyðugt er, at føroyskir myndugleikar hava hetta í huga, tá teir skulu geva innflutningsloyvi til brúkt skip til oljuvinnuna. Eisini mugu myndugleikarnir ansa eftir, at operatørar ikki sleppa at skúgva slík brúkt føroyskt skrásett skip til viks, bert tí at teir hava møguleika at leiga okkurt nýggjari og størri skip frá onkrum útlendskum felag í staðin. Tí er eisini umráðandi, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið skjótt, soleiðis at tað ber føroyskum myndugleikum til sjálvir at stýra gongdini og teim krøvum, ið sett verða einum føroyskum offshore-skipaflota í tí uppbyggingarfasu sum vónandi er við at byrja av álvara nú. Hervið er sjálvandi ikki sagt at trygd og umhvørvi skal setast í vanda
At enda er tað ikki minni umráðandi, at allir partar í hesi vinnu ? t.v.s. bæði reiðaríir, manningarfeløg, myndugleikar o.s.fr. ? í hesi uppbyggingarfasuni, vísa sær hógv og samstarva á ein rímiligan og siðiligan hátt, tí uttan eitt sindur av sjálvrannsakan og sjálvkritikki koma Føroyar ongantíð at fáa ein offshore-skipaflota ið kann mátast javnt við teir hjá grannalondum okkara.