Kommunurnar mugu samstarva um tey ábyrgdarøki, tær fáa áløgd frá landsmyndugleikunum, sigur nýggi formaðurin í Føroya Kommunufelag, Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági.
Tað fyrsta, sum stendur fyri, er at taka yvir barnaverndarmál, sum kommunurnar fara at taka part av á nýggjárinum komandi. Og eftir tað verður tað eldraøkið, sum verður álagt kommununum, sigur hon.
Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at kommunurnar samstarva um eitt nú barnaverndarøkið. Tí fleiri av kommununum, fyri ikki a tiga tær flestu, í Føroya Kommunufelag, eru so smáar, at tað er ikki møgulikgt einsamallar at seta eitt nú sosialráðgevar til at avgreiða tey mál, sum fara at stinga seg upp í hesum sambandi, vísir Rósa Samuelsen á.
Umframt at tað fer at gera arbeiðið lættari, tá fleiri samstarva, er tað greitt, at slíkt samstarv, sum eitt nú við starvsfólki, eisini fer at gera tað bíligari hjá kommununum at umsita hesi málini, staðfestir nýggi Kommunufelagsformaðurin.
Hóast barnavernd og eldraøki liggja frammalaga á listanum hjá Kommunufelagnum, eru eisini onnur mál, sum Rósa Samuelsen heldur, at kommunurnar saktans kunnu samstarva um. Eitt nú brunatrygd, sum hon heldur vera heilt upplagt mál at taka upp.
?Sum er, er ikki lógarheimild fyri, at eitt øki, sum eg kenni væl, nevniliga Vágar, kann vera saman um brunatrygdina. Tað áliggur hvørji kommunu sær, sum er, sigur rósa Samuelsen.
Men her heldur hon tað vera heilt upplagt, at Kommunufelagið fer at virka fyri, at lógarverkið verður broytt.
Støðið lagt
Nakrar ógvusligar kolveltingar heldur hon kortini ikki, at fólk skulu vænta sær frá nýggja formanninum soleiðis beinanveg.
Undanfarin stýri í Kommunufelagnum hava lagt eitt gott og trygt støði, sum hon ætlar sær at arbeiða víðari frá, sigur hon.
Eitt nú nevnir hon, at tað stóra forarbeiðið í samband við barnaverndarmálið longu er avgreitt, so har er bara at halda fram. Hon arvar eitt næstan liðugt arbeiði, sigur hon.
?Ikki, tí, tekur Rósa Samuelsen aftur í aftur. Eg kenni sjálvandi nakað til hetta málið frá egnum arbeiði í Sandavágs Kommunu. Tí eg havi eisini verið við í hesi viðgerðini gjøgnum hoyringar úti hjá kommununum.
Og júst hetta við at leggja mál út til kommunurnar til hoyringar og so arbeiða viðari út frá teimum ráðum og viðmerkingum, sum haðani koma, ætlar Rósa Samuelsen sær at gera nógv burturúr, sigur hon.
Hetta við at taka kommunurnar við upp á ráð, heldur Rosa Samuelsen, at undanfarni formaðurin, Mia Pedersen, dugdi serliga væl.
Tvey arbeiðspláss
At Rósa Samuelsen nú er vald til formann i Kommunufelagnum, ger sjálvandi, at hon fer at hava tvey arbeiðspláss í framtíðini. Kommunuskrivstovuna í Sandavági, og skrivstovuna hjá Føroya Kommunufelag, sum er í Runavík.
Hon metir tó ikki, at tað fer at nerva verandi arbeiði sum borgarstjóri nakað nevnivert, at hon hevur tikið hetta seinna upp á seg eisini.
Í fyrsta lagi er skjótt at ferðast, og í øðrum lagi er internetið atkomiligt, so har er lætt at samskifta.
Kommunufelagið hevur gott starvsfólk, sigur hon, so har er alt í góðum hondum. Tey brøv og mál annars, ið koma til felagið, og sum formaðurin skal síggja, eru løtt at senda víðari um internetið. So tað er ikki alneyðugt hjá henni at vera dagliga á skrivstovuni í Runavík.
Men sjálvandi verður neyðugt av og á at brúka tíð har eisini, sigur hon.
Umframt starvsfólkini kennir hon seg at fara at hava góðan stuðul í stýrislimunum í Føroya Kommunufelag, sum valdir vórðu á fundinum um vikuskiftið. Har eru drivnir kommunalpolitikarar ímillum, sigur hon ,og nevnir í tí viðfanginum næstformannin, Asbjørn Djurhuus í Tjørnuvík, sum við tíðini er vorðin ein »gomul rotta« í fakinum.
Kommunurnar fáa umboð í stýrið í Føroya Kommunufelag eftir fólkatali og eini ávísari økisskipan. Hvørt økið fær ein lim og tiltakslim fyri hvørjar 3.000 íbúgvar.
Umframt Rósu Samuelsen, sum umboðar Vágar, og Asbjørn Djurhuus, sum umboðar Streymoy og Sunda Kommunu, manna seks onnur fólk stýrið.
Tey eru Júst Poulsen úr Hvannasundi, sum umboðar Norðoyggjar, Johann Christiansen úr Leirvík og Petur í Túni av Toftum, sum umboða Eysturoynna - tó ikki bygdirnar í Sunda Kommunu - Karl Olsen í Vestmanna, sum umboðar Streymoy og Sunda Kommunu, Katrina Johannesen í Skopun umboðar Sandoy, og Anna Djurhuus í Porkeri umboðar Suðuroy.