Samstarv gevur loysnir

Javnaðarflokkurin gjørdi á uppstillingarfundi hóskvøldið listan við fólkatingavalevnunum lidnan. Samstundis varð gjørd valskrá, har dentur veðrur lagdur á at reka aktivan politikk við samstarvi heldur enn konfrontatiónum á Fólkatingi

 

 

 

Fólkatingsval

 

Tað er við samstarvi, at stórar politiskar avgerðir Føroya og Danmarkar ímillum skulu takast. Tað gerst best við einum aktivum føroyskum umboði á Fólkatingi, sum heldur seg óheft av donskum partapolitikki, men er við, tá føroysk viðurskifti verða viðgjørd, sigur Javnaðarflokkurin í valskránni, sum gjørd er í samband við fólkatingsvalið.

 

Javnaðarflokkurin ásannar, at føroysk politisk viðurskifti skulu viðgerast á Føroya Løgtingi, meðan rætt er at viðgera felagsmál Føroya og Danmarkar í millum av røðarapallinum á Fólkatingi. Og tað fer komandi fólkatingsmaður Javnaðarfloksins eisini at gera, sigur Javnaðarflokkurin.

 

Fólkatingssessurin er eingin forðing fyri sjálvsavgerðarrætti føroyinga. Tvørtur í móti, sigur Javnaðarflokkurin, sum fer at nýta eitthvørt høvi at gera vart við støðu Føroya á Fólkatingi.

 

Javnaðarflokkurin ásannar, at rikni politikkurin hjá hesi smagonguni hevur skapt nógvar konfrontatiónir og naggatódn í viðurskiftinum landanna millum.

 

Hesum vil Javnaðarflokkurin koma burtur úr, og kann fólkatingsumboðið vera eitt hent og gott amboð til at brúka í hesum sambandi.

 

Eisini fer Javnaðarflokkurin at virka fyri at kunna um Føroyar og føroyingar, lív og mentan, bæði á Fólkatingi og millum vanliga danan, sigur Føroyar Javnaðarflokkur í valuppleggi sínum upp undir fólkatingsvalið tann 20 november.

 

Javnaðarflokkurin hevur stillað 19 valevni upp, og eru tey í bókstavarøð:

 

 

 

Thomas Arabo

 

Verkfrøðingur

 

Signabøur

 

 

 

Jóannes Eidesgaard

 

Fólkatingsmaður

 

Tvøroyri

 

 

 

Malan Helgadóttir

 

Bygdaráðslimur

 

Í Heiðum

 

Miðvágur

 

 

 

Sylverius Jacobsen

 

Smiðjumeistari

 

Skáli

 

 

 

Katrin Dahl Jakobsen

 

Løgtingskona

 

Villingardalsvegur 61

 

Tórshavn

 

 

 

Vilhelm Johannesen

 

Løgtingsmaður

 

Víkavegur

 

Klaksvík

 

 

 

Hans Jørgensen

 

Skrivari

 

Heiðatrøðin

 

Miðvágur

 

 

 

Elin Lindenskov

 

Býráðslimur

 

Frúutrøð 14

 

Tórshavn

 

 

 

Gerhard Lognberg

 

Borgarstjóri

 

Skopun

 

 

 

Kristian Magnussen

 

Løgtingsmaður

 

Dungagøta 13

 

Tórshavn

 

 

 

Jákup Birgir Mohr

 

Sýslufulltrúi

 

Sandur

 

 

 

Gunnvá Mortensen

 

Skrivari

 

Hósvík

 

 

 

Rasmus Niclasen

 

Netumsitari

 

Sørvágur

 

 

 

Henrik J. F. Old

 

Løgtingsmaður

 

Vágur

 

 

 

Andreas Petersen

 

Lækni

 

Syðrugøta

 

 

 

Dan Reinert Petersen

 

Løgtingsmaður

 

Fløtugerði 21

 

Fuglafjørður

 

 

 

Bartal Nolsøe Poulsen

 

Hjálparf. hjá LV

 

Áarvegur 14

 

Tórshavn

 

 

 

Eyðgunn Samuelsen

 

Býráðslimur

 

Jørundsgøta 40

 

Klaksvík

 

 

 

Hans Pauli Strøm

 

Løgtingsmaður

 

Vestmanna