Tónleikalærarar á Føroya Læraraskúla og á Hjørring Seminarium fingu fyri umleið tveimum árum síðani hugskotið at samstarva um ein sangleik, sum tey vóru farin undir at gera í Hjørring. Leikurin skuldi vísast bæði í Hjørring (bara við danskari luttøku), og í Føroyum, við føroyskari og danskari luttøku.
Nú er hetta veruleiki.
Tey á Føroya Læraraskúla hava verið sera fegin um hetta ítøkiliga samstarv við læraraskúlan í Hjørring, og takka Mentamálaráðnum fyri vælvild og stuðul í sambandi við uppsetingina her heima hjá okkum.
Tey á Læraraskúlanum halda, at tílíkt ítøkiligt samstarv við samsvarandi útbúgvingar sum okkara í grannalondunum, eru neyðugur áblástur til tess at menna okkara egnu útbúgvingar.
Fysta pallmyndin er skrivað beinleiðis til sýningina her á Læraraskúlanum. Hon tekur støði í eini listasýning í Avhaldinum í Havn. Endin er eisini lagaður til sýningina her hjá okkum.
Skráin er annars tann sama sum í Hjørring og í Skagen, har leikurin eisini verður sýndur.