Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Sjey býráðslimir á Tvøroyri vilja seta dagsskránna fyri "samstarvi" í Suðuroy og hevði tað verði við dialogi og ikki hóttanum, kundu suðuroyingar skilt tað. Men sum støðan er í dag, er tað bert onkur á Tvøroyri, sum ikki sær út um sín egna lítla dunnuhyl, ið skilur framferðarháttin hjá hesum sjey býráðsliminum.
Inntøkan økist ikki, men býráðið vil økja um útreiðslurnar við at seta sína egnu sosialu deild á stovn, ístaðin fyri at samstarva við hinar kommunurnar. Porkeris kommuna hevur bjóða seg fram til at húsa einari barnaverndar skrivstovu og skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at ein sosial deild fyri alla oynna eisini var har.
Viðvíkjandi ellisheimi í Vági mugu býráðslimir á Tvøroyri síggja veruleikan í eyguni, um teir vilja teimum veiku væl, og taka av tilboðnum frá landsstýrinum um lagaliga fígging. Tí 50 prosent lógin um fígging av íløgum blívur ikki broytt til tað betra, heldur verður tað soleiðis, at kommunurnar í framtíðini skulu gjalda alla íløgurnar.
At Tvøroyri, ið ikki er fíggjarliga væl fyri, skal byggja sítt egna ellisheim er hol í høvdi . Men nøkur fólk hava tað soleiðis, at tá ið tey liva við reyvini í vatnskorpuni, skulu tey spæla rík og vera fín uppá tað.
Suðuroyingar vita kanska ikki, at ein orsøk til vantandi samstarv er, at býráðslimir á Tvøroyri og í Vági eru ógvuliga bangnir fyri, at skatturin frá starvsfólki í kommununum, skal fara tað "skeiva" staði.
Veruleikin er tann, at skatturin frá "einum" starvsfólkið, kann stoppa øllum samstarvi millum hesi bæði býráðini, tí tað blívur ein bardagi um, hvat fyri ein kommunukassa skatturin skal í, ella um hann skal deilast o.s.v
Eitt tað feskasta dømi um vantandi samstarv, er hesar smáu lýsingarnar frá kvøldskúlunum í Suðuroynni. Her skuldi tað sjálvsagt verði ein felags lýsing frá øllum kvøldskúlunum, tí so kundu allir suðuroyingar fari til tað tilboði ið teir høvdu hug til, um tað var í Sumba ella Sandvík var líkamikið.
Mín vón er, at landsstýrismaðurin í kommunumálum bert góðtekur eina barnavernd í Suðuroy, tí marki uppá 1500 fólk í einari kommunu, er bert komi fram tí Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørð sum eru limir í kommunusamskipan Føroya, høvdu umleið hetta fólkatali og tí passaði hetta tali teirra áhugamálum.