Samstarvið ímillum fakfeløgini skrædnaði

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nú tikið seg burtur úr samstarvinum ímillum tey stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Felagið hevði annars skipað eitt sterkt, samstarv saman við Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum, Lærarafelagnum og Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men beint sum feløgini nú brynja seg til samráðingar um nýggjan sáttmála, hava sjúkrarøktarfrøðingarnir tikið seg úr samstarvinum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara sostatt at samráðast sjálvir um ein nýggjan sáttmála.

Hinvegin siga tey fýra feløgini, sum eru eftir, at tey halda fram í samstarvinum og fara at samráðast saman.

Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tað er ikki nakað ávíst mál, sum nú fær tey at siga samstarvið upp.

Tey hava viðgjørt støðuna í rúma tíð og halda, at samanumtikið tænir tað limunum best, at nevndin brúkar allar kreftirnar upp á felagið, heldur enn at vera við í einum samstarvið, sum er ómetaliga tíðar- og orkukrevjandi.

Hon heldur eisini, at sjúkrarøktarfrøðingar er ein serligur bólkur við tað, at tað er vanligt at arbeiða í skiftisvaktum, bæði um næturnar og halgidagar.

Tí halda tey eisini, at tænir teimum best, at samráðast, at tey samráðast sjálvi um ein nýggjan sáttmála.

Og tey hava tí gjørt av at siga samstarvið upp nú fyri at hava greiðar linjur, áðrenn samráðingarnar byrja av álvara fyri at sleppa undan miskiljingum mitt í samráðingunum.