Samstarvið steðgar

Ábyrgdarblaðstjórin á Norðlýsinum, Olivur Joensen, sigur, at um www.vitin.fo hevur slóðir til pornografiskt tilfar, so steðgar samstarvið við Norðlýsið beinanvegin.

Á www.vitin.fo er nógv ymiskt tilfar. Tað er ikki einans slóðir til pornografiskar heimasíður, tí eisini ber til at lesa veðurtíðindir, onnur tíðindir, síggja myndir úr býarlívinum og mangt annað. Tíðindini, ið kunnu lesast á heimasíðuni eru frá heimasíðuni hjá Norðlýsinum í Klaksvík, men ábyrgdarblaðstjórin á Norðlýsinum vil ikki hava, at blaðið verður sett í samband við pornografiskt tilfar.

Dámar okkum ikki
Olivur Joensen sigur, at teir,ið standa aftan fyri heimasíðuna, spurdu leiðsluna á Norðlýsinum, um teir kundu fáa loyvi til at nýta nýggjastu tíðindini á heimasíðu blaðsins. Hetta játtaði Norðlýsið tá, men um so er, at www.vitin.fo hevur slóðir til pornografiskt tilfar, so skal samstarvið steðgast beinanvegin, sigur Olivur Joensen.
- Vit vilja ikki, at tíðindir úr okkara blað verða at lesa á einari heimasíðu, sum samstundis hevur pornografiskar slóðir, tí tað dámar okkum ikki, sigur ábyrgdarblaðstjórin á Norðlýsinum. Hann sigur, at Norðlýsið beinan vegin fer at seta seg í samband við persónararnar, ið standa aftan fyri heimasíðuna og boða teimum frá, at samstarvið teirra millum skal steðgast beinanvegin.