Landsfundur
Í einum parti av røðu síni, vísti floksformaðurin á tað, sum stendur í verandi samgonguskjali um Sandoyartunnil – og hann endurgav fylgjandi:
” Arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð, herundir við at finna fíggingarleist. Tá liðugt er at gjalda til Norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til Sandoyartunnilin, og farið verður í gongd í 2011..”
- Eg vil minna á, at tað var bert Sjálvstýrisflokkurin til seinasta løgtingsval, sum greitt boðaði frá, at íløgur í undirstøðukervið ikki fingu hægstu raðfesting hetta samgonguskeiðið. Allir hinir flokkarnir lovaðu hinvegin, at Sandoyartunnilin skuldi í gongd sum skjótast.
Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti á, hvussu týdningarmikið tað er í øllum viðurskiftum, at orð og gerðir fylgjast, sum hann tók til.
- Sannleikin er, og kann prógvast við vitnum, at Jóannes Eidesgaard, tásitandi løgmaður, setti tunnilsgerð í hesum valskeiði fram sum krav mótvegis Sjálvstýrisflokkinum. Hetta kostaði okkum samgongumøguleikan. Nú seinasta veljarakanningin gav Javnaðarflokkinum metlága undirtøku, hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí nú verður fráboðað, at menniskjaligu virðini eru týdningarmiklari enn vegir og tunnlar. Nú skulu tey bleytu virðini raðfestast fyrst.
Kári P. Højgaard helt fyri, at síðan valið í 2008 hevur politiska arbeiðið stórt sæð gingið í tómgongd.
- Tað skapar órógv í politisku skipanini, eins og tað ger tað í fólkinum, tá kenslan er, at fólkið á brúnni als ikki hevur tamarhald á føroysku skútuni.
Hann vísir á, at løgmaður eftir áheitan frá løgtingsformanninum lovaði, at tað skuldi verða undantak heldur enn siðvenja, at lógaruppskot vórðu borin niðan í løgtingið eftir seinasta framløgudag.
- Í ólavsøkupakkanum eru fleiri fráboðaði lógaruppskot, sum løgmaður sigur øll koma niðan í tingið og skulu avgreiðast í hesum árinum, so ásannast má, at óskilið heldur áfram. Tað er sjálvsagt lætt at sita á síðulinjuni og finnast at, men tað er harmiligt at síggja, hvar samgongan velur at leggja byrðarnar.
Hann segði, at trý lógaruppskot vórðu framd í desember í 2008, sum raktu pensjónistarnar. Í ólavsøkupakkanum eru fleiri fráboðanir um uppskot, sum koma at raka tey veikastu í samfelagnum meint. Afturlating av deildum, afturlating av einum laboratoriið sum rakar 60 fólk um vikuna og sum bert sparir 40.000 krónur fyri ein heilan ársfjórðing, skerjing av lestrarstuðli bæði herheima og uttanlands.
- Slík inntriv geva lítið, men hava stóra negativa ávirkan, segði Kári P. Højgaard m.a. í síni formansrøðu á landsfundi Sjálvsstýrisfloksins.
-
-