Finnur Helmsdal
------------------
Vit eru nógv, sum seinastu árini hava biðið eftir at viðkomandi myndugleikar gera nakað munagott við tað at greina almennu viðurskifti okkara. Ikki minst tá tað snýr seg um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, og hvussu hesi ávirka tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum sosialt, heilsuliga og í aðrar mátar, kanska ikki minst við atliti at javnstøðu. Biðið hevur verið eftir at fáa til vega hagtøl, analýsur, prognosur, metingar og ikki minst granskingarúrslit í mun til hesi viðurskifti. Men hevur tað lítið hjálpt at biðja og júka. Landsins myndugleikar hava lítið og einki gjørt við hetta álvarsmál. Ikki tí, seinastu 10 árini hevur nógv verið tosað, men tíverri hava úrslitini als ikki staðið mát við floymin av orðum.
Tó tykist ein glotti at vera fyri stavn. Og er tað felgasátakið SAMTAK hjá føroyskum verkafeløgum, sum er beinleiðis orsøkin til, at ein hómar glottar. Høvuðsuppgávan hjá SAMTAK er at varpa ljós á støðuna hjá teimum, sum verkafeløgini vara av. Varpa ljós á starvsligu-, sosialu-, heilsuligu- og almennu støðu teirra sum heild. Við øðrum orðum er SAMTAK ætlað sum eitt slag av ringari samvitsku hjá arbeiðsgevarum og almennum myndugleikum. Men samstundis eisini sum eitt upplýsandi og mennandi forum, sum skal skapa trivnað og annars betra um støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Higartil hevur samtakið verið virkið og fingið eina sterka støðu. Fólk hava tikið væl ímóti og nú eisini tikið samtakið til sín. Lítið er at ivast í, at eisini arbeiðsgevarar og almennu myndugleikarnir eru noyddir bæði at góðtaka og virða samtakið og støðu tess í samfelagnum.
SAMTAK hevur ikki bert styrkt støðuna hjá verkafeløgunum munandi. SAMTAK er í mínum huga uttan iva nógv besta og størsta sosialpolitiska átak í nýggjari føroyskari sosialpolitiskari søgu.
Ein kann so spyrja, um SAMTAK hevði verið líka væl eydnað, um onkur annar enn Sonja í Jógvansstovu sat í leiðarasessinum. Ein torførur spurningur at svara, men lítið er at ivast í, at tað er Sonja, sum hevur myndað samtakið higartil. Við sínum hugburði, skili og róliga treiskni hevur Sonja í Jógvansstovu sett viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum í perspektiv soleiðis, at vanligi føroyingurin nú dugur nógv betur at skilja og at skyna ímillum tað seriøsa og grundaða og so plattan retorikk. Takk skal Sonja hava fyri tað.
Byggið víðari
Mín áheitan á partarnar á arbeiðsmarknaðinum og somuleiðis á landsins myndugleikar er tí: Takið tað, sum SAMTAK leggur fyri dagin til tykkara, byggið víðari á tað og miðið eftir at tryggja ein føroyskan arbeiðsmarknað, sum byggir á javnstøðu, rættvísi og virðing partanna millum. Ein arbeiðsmarknað, hvørs bulur er álítandi hagtøl, kvalifiseraðar og evidensbaseraðar metingar og prognosur og ikki minst at alt byggir á dygga og miðvísa gransking.
Nú má stundin vera komin, har vit halda upp at vit at støðga og forða náttúrligari gongd. Og at vit ístaðin leggja doyðin á at lata menningina ganga sína gongd soleiðis, at vit koma longur fram á leið. Verkafeløgini hava við at stovnseta SAMTAK funnið sína gongdu leið.