Samtykkja neyvan kollveltandi ætlan um barnaansing

Limir í samgonguni tekur ikki undir við einum uppskoti um at lata foreldur passa børnini heima – við løn

– Hetta fer at geva foreldrum størri frælsi at velja, hvussu børn teirra skulu ansast. Tað er kjarnin í einum uppskoti, Fólkaflokkurin hevur langt fyri Løgtingið. Men nú Løgtingið viðger málið, man Fólkaflokkurin hava vánaligar vónir um at fáa tað samtykt.

 

 Jørgen Niclasen legði sama uppskot fyri Løgtingið í november í fjør, men eftir drúgva viðgerð, varð tað felt í mars í ár. 

 

 

Les eisini: Ein góð hjálp til foreldur við skeivum arbeiðstíðum

 

 

Í flestu kommunum kostar barnaansingin 60.000 til 80.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. Í miðal rinda kommunurnar 70.000 kr. um árið fyri hvørt barnið og harumframt rinda foreldrini einar 20.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. 

 

– Tað merkir, at høvdu foreldrini fingið teir pengarnar, høvdu tey einar 90.000 krónur um árið til taks fyri hvørt barnið. Og tað er eitt stórt framstig hjá teimum, tí at nógv foreldur hava skeivar arbeiðstíðir, og tey fáa ikki brúkt ansingarstovnarnar, halda tey í Fólkaflokkinum.

 

Men samgongan í Løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum. Summi halda, at tað fer at føra til spekulatión, tí hjá familjum við góðari inntøku, fer hetta at føra til, at kvinnan fer at ganga heima at passa børnum, og eiga tvey tvey børn undir skúlaaldri skal hon fáa 180.000 krónur um árið fyri tað. 

 

Tey føra eisini fram, at kvinnupolitiskt er hetta eitt aftustig, tí tað fer at leiða kvinnur heim aftur. Tey vísa somuleiðis á, at barnaansingarstovnar eru ikki bara til ansing, men teir hava eisini eitt uppalandi endamál, tí endamálið er eisini at menta børnini. 

 

Onkur helt enntá, at hetta er ein snildur máti at avtaka ansingarstovnarnar, spakiliga, og tey vísa samstundis á, at kommunur hava, longu sum her, heimild til at hava ansingarstovnar opnar um kvøldið, um náttina og um vikuskiftini.

 

Í andstøðuni taka tey sum heild undir viðætlanini. Tey føra fram, at hetta snýr seg ikki um annað enn at geva foreldrum frælsi til at velja, hvussu børnini skulu ansast. Summi av teimum í samgonguni taka ikki undir við, at foreldur eru »tvingað« at koyra børnini í barnagarð, tí har verða børnini einsrættað, siga tey. Tey stúra eisini fyri, at samgongan hevur eina fjalda dagsskrá og at LGBT fer at sníkja seg inn barnagarðar at ávirka børnini. 

 

Í sambandsflokkinum taka tey eisini undir við hesum, men tey siga kortini, at tað er neyðugt at vísa varsemi. Eitt nú vísa tey á, at verður úrslitið av hesum, at útlendskar mammur, sum ikki duga føroyskt, fara at ansa børnini heima, er tað ikki til framaa fyri samfelagið, og tað er eitt bakkast fyri tey, tí so læra tey heldur ikki føroyskt.