Seinnapartin leiktu landsliðsleikarin, Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki fyrsta dystin í bestu finsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Á útivølli í Kotka eydnaðist tað SJK at vinna 1-0 á KTP. Momodou Bojang skoraði sigursmálið í 73. minutti.
SJK hevði fleiri málmøguleikar enn heimaliðið í dystinum, og SJK hevði eisini meira spæl.
Besta finska fótbóltsdeildin, ið nevnist: Veikkausliiga er skipað sum besta íslendska fótbóltsdeildin. 12 lið eru í deildini, og tey møtast fyrst heima og úti. Aftaná 22 umfør fara seks tey fremstu liðini í ovara endaspælið, og seks tey niðastu fara í niðara endaspælið. Liðini taka øll stigini við sær til endaspælið, og har vera fimm dystir spældir. Trý tey ovastu liðini fáa tríggjar heimadystir, meðan trý tey niðastu fáa tveir heimadystir.
Sostatt hava Samuel og liðfelagarnir 26 dystir eftir at spæla. Grundspælið er liðugt 31. august.
Komandi fríggjakvøld taka Samuel og liðfelagarnir móti fótbóltsrisanum, HJK Helsinki á heimavølli. Undanfarna kappingarár endaði SJK á fjórða plássinum, og HJK endaði á triðja plássinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá fyrsta dystinum hjá Samuel í bestu finsku fótbóltsdeildini:
##med2##