Ofta hevur verið tosað um, at vinnulívið í Føroyum og lesandi í Danmark ikki gagnýta hvønn annan nóg væl. Hetta hevur Klaksvíkar kommuna sett sær fyri at gera nakað við. Avgjørt er at taka upp samstarv við Samvinnan, ið er eitt felag fyri tey lesandi á Copenhagen Business School.
Partarnir fara í felag at skipa fyri einum kunnandi átaki í summar, sum í størri mun skal kunna virkir í Føroyum um førleikar, tey lesandi hava í lestrartíðini at gera ávísar uppgávur fyri virkir.
Endamálið við tiltakinum er at fáa samstarv millum vinnulívið í Norðoyggjum, grannaøkinum her og lesandi í Danmark. Vinnulívið verður miðdepilin, men tó verður tiltakið opið fyri øllum.
Eisini er ætlanin, at hetta skal styrkja møguleikarnar til, at næmingar skriva tíðarhóskandi uppgávur um føroyskar fyritøkur á bachelorstøði og kandidatstøði. Hetta samspælið skal eftir ætlan styrkja tilknýtið millum lesandi og føroyska vinnulívið, sum kann gagna báðum pørtum.
Tiltakið verður í skúlanum við Ósánna hósdagin 4. august frá klokkan 1719. Borgarstjórin og varaborgarstjórin bjóða vælkomin, umboð fyri Samvinnan greiða frá, hvussu lesandi og fyritøkur kunna gagna hvørjum øðrum. Umboð fyri vinnulívið, Christian Nagata og Regin Jacobsen, siga nøkur orð. Eisini verður tónleikur við Hanusi G. Johansen, og haraftrat verður ein biti saman við góðum práti.
Tað er eina mest Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, sum umvegis Vakstrarbólkin hevur fingið samband í lag við Samvinnan og hava tey í felag lagt lunnar undir eitt samstarv, sum byrjar við kunnandi fundinum í skúlanum við Ósánna.
Orð: Dávur Winther