Sandingar í gávuhýri

Í Barnaútvarpinum i farnu viku hoyrdist nøkur fitt og væl formulerað  børn heiman av Sandi tosa um dálking og týdningin av  at verja náttúruna og havið.

 

Sandsvatn, áin, Mølheyggjarnar, Sandsvág, sjósílini, planturnar, fuglameingi, alt hetta - ein av seinastu órørdu náttúruperlunum í Føroyum, og í hesum vælsignaða umhvørvi, eru hesi alvar og teirra forfedrar vaksnir upp.

 

Sands Kommuna hevur samtykt at nú skal økið oyðast ! Aling skal loyvast á Sandsvág. Hetta vil føra við sær álvarsama dálking frá umhvørvisskaðiligum lúsaeitri, sjósílini doyggja, skarn og óhumska rekur á sandin, vatnið fyllist við lús, og vakra Sandsvág vil liggja skammskemd av 8 stórum aliringum (hyggið hvussu aling hevur oyðilagt Oyndarfjørð) !

 

Og hvi ger man hetta ? Gav hetta eina risainntøku til Sands Kommunu kundi hetta – kanska – verið skilligt. Tað verða allarhægst 3 fóðurarbeiðspláss, Hans A Bakka kemur eftir fiskinum og harvið verður einki laksaarbeiði á landi yvirhøvur. Nakað smávegis fær Kommunan inn í kommunuskatti. Hvat fær so Marine Harvest burturúr ? At sleppa inn á eitt slikt øki sum Sandsvág har eingin lúsaplága er, vil geva felagnum ein netto vinning um árið uppa einar 50 mio - innan lúsin fyllist inna á vánna. Í Noreg er prísurin fyri at sleppa inn á slikt øki  góðar 75 mil.kr. Og Sands Kommuna gevur hetta burtur. Free of charge ! Sandoyggin er jú kend fyri  sinar Jólamenn, og alt gott um tað.

 

Marine Harvest er 100 % norskt, meðan hevur Pál Á Reynatúgvu leingi buldrað um útlendskan kapital i Føroyum.

 

Og Sandsbørnini úr Barnaútvarpinum: farið tit oman á Mølheyggarnar og njótið útsýni, strondina, og sjósílini  og seiðin fyri seinastu ferð ! Um eitt ár er alt burtur ! Tykkara fedranna arvur avreiddur til Norskar Handilsskálar og spekulantar, og umhvørvið og náttúran løgd oyðin.