Sandnes fekk bank á útivølli

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir taptu við 14 málum

Tað gekk av skriðuni hjá liðnum hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, Sandnes í næstseinasta umfarinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli tapti Sandnes 14-28 fyri Fjellhammer, ið var á odda 17-5 í steðginum.

 

Pauli hevði eina bjarging í 15 málroyndum, og kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra hevði tvær bjargingar í 15 málroyndum.

 

Sandnes er undan seinasta leikumfarinum í grundspælinum triðaftast í deildini við 14 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Halden og tvey stig frammanfyri Bækkelaget. Tað er alt avgerandi, at Sandnes sleppur undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Leygardagin klokkan 17.15 hevur Sandnes dyst á heimavølli móti Runar Sandefjord. Somu klokkutíð hevur Bækkelaget dyst á heimavølli móti Arendal, og Halden hevur dyst á útivølli móti næstfremsta liðnum, har teir ikki burdu fingið stig. So tað skal ganga sera illa um Pauli og liðfelagarnir enda á aftasta plássinum.