Sandoyartunnilin byrjar um tvey ár

SAMFERÐSLA Løgmaður fer nú av álvara at taka málið um Sandoyartunnil upp í samgonguni við tí endamáli at skunda undir arbeiðið

Arbeiðið at gera Sandoyartunnil, skal framskundast.
Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann fer nú av álvara at taka spurningin um Sandoyartunnil upp í samgonguni.
Endamálið at framskunda ætlanina og gongst, sum løgmaður ætlar, verður farið undir tunnilin longu um tvey ár, ella í 2015.
Tískil vónar hann, at at hann fær politiska undirtøku í samgonguni til at seta Sandoyartunnilin á politiska skrá við tí fyri eyga at gera hann.
Í hesum sambandi fer hann nú at seta ein bólk við umboðum úr øllum samgonguflokkunum at gera ítøkiligt uppskot um, hvussu tað fasta sambandið til suðurøkið í Føroyum skal skipast.
Løgmaður ætlar, at hesin bólkurin skal vera liðugur í heyst.
Hann leggur afturat, at tað er í samsvari við samgonguskjalið at taka Sandoyartunnilin upp. Har stendur, at ein fylgibólkur skal koma við einum uppskoti í summar.
- Tað klára vit so ikki, men ístaðin ætli eg, at bólkurin skal vera liðugur í heyst, sigur løgmaður.
Hann sigur, at tá ið Sandoyartunnilin er veruleiki, eiga vit at hyggja enn longur fram og at fara undir tunnil til Suðuroyar, men tað liggur sjálvandi longur frammi í tíðini.

Nógv ljósari út
Løgmaður staðfestir, at hóast vit enn í fíggjarligari trongstøðu, sær munandi ljósari út nú, enn tað gjørdi fyri trimum ella fýra árum síðani.
- Undir øllum umstøðum er tað okkara ábyrgd at byggja landið út og ta ábyrgdina eiga vit ikki at leggja til viks, heldur ikki í bússkaparliga trongum tíðum.
- Sostatt er Sandoyartunnilin eitt av stórmálunum, samgongan skal loysa í næstum, tí vit kunnu ikki sita hendur í favn ímeðan fólkatalið í Sandoy alsamt fjarðar burtur.
Hann heldur somuleiðis, at vit hava ikki ráð til at missa suðurøkið í Føroyum úr føroyska samfelagnum.
Her hugsar hann fyrst og fremst um Sandoy, har fólkatalið alsamt minkar, men hann hugsar eisini um Suðuroy, hóast oyggin hevur fingið eina rættiliga innspræning síðani uppsjóvarvirkið fór undir virksemið á Tvøroyri.
Hinvegin er løgmaður eisini púra sannnførdur um, at sum heild er tíðin farin frá ferjusambandi, tí tað verður bara dýrari og dýrari, so hvørt sum oljan, og aðrar vørur og tænastur, alsamt dýrka, eins og ferjur skulu skiftast út við jøvnum millumbili.

Stórar pengakassar
Ein Sandoyartunnil kostar 800 milliónir og í hesum sambandi verður fíggingin ein stórur trupulleiki.
Men her letur løgmaður allar møguleikar standa opnar, eisini teir heilt óvanligu møguleikarnar.
- Tað er skeivt at stara seg blindan upp á nakra ávísa fígging, tí vit alla at kanna allar møguleikar.
- Landskassin er ein møguleiki. Men vit hava eisini nógvir aðrir kassar í landinum, sum eru fullir av pengum, eitt nú eftirlønsfeløg.
- Spurningurin er, hvat endamálið er við teimum, skulu teir koma føroyska samfelagnum til góðar, ella skulu teir brúkast til íløgur uttanlands?
Kanska hevur Tórshavnar kommuna eisini áhuga í málinum við tí fyri eyga at Sandoy verður løgd saman við Tórshavnar Kommunu einaferð seinni.
Samstundis hevur Landsverk skotið upp at krevja fleiri bummgjøld og at hækka avgjaldið á brennievnið.
- Hetta er ikki viðgjørt politiskt, men hetta eru so eisini møguleikar, sum fara at verða umrøddir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

800 milliónir
Landsverk metir, at ein Sandoyartunnil fer at kosta 800 milliónir krónur og at hann kostar 8,4 milliónir krónur um árið at reka.
Landsverk mælir til, at tunnilin gongur av Gomlurætt á Streymoy, í Traðardal á Sandoy og talan verður um ein tunnil, sum er 10,5 kilometrar langur og tað tekur fýra ár at gera hann.
Av tí at tunnilin við Gomlurætt verður bratt, skulu tveir kilometrar
av tunlinum hava tríggjar breytur, so at akfør, ið ikki kunnu halda ferðina í mótbrekku, hava eina krúpibreyt.
Landsverk hevur eisini hugsað um ein tunnil av Gomlurætt til Skopunar. Hesin tunnilin er styttri og bíligari við tað, at hann verður 9,2 kilometrar langur og kostar 7,4 milliónir um árið at reka.
Í hesum føri verður tunnilin so brattur við Skopun og við gomlurætt, at 4,5 kilometrar av honum skulu hava tríggjar breytir.
Landsverk heldur tó, at besta loysnin er at gera tunnilin til Traðardal. Verður tunnilin lagdur til Skopunar, skal høvuðsferðslan úr Skopun ganga um Hálsin, sum brattur og liggur høgt.