Sandoyingar eiga matchbóltin

Við útjavnandi málinum helt B68 lív í vónini um beinleiðis uppflyting. Men tað er eingin ivi um, at tað nú eru sandoyingarnir, sum eiga matchbóltin í aðru deild

2. deild

Brakið í aðru deild, sum øll hava bíðað eftir so leingi, gekk fyri seg á Sandi leygardagin. Saman við B71 hevur B68 alt árið verið heilt frammi í oddinum, og at kalla líka síðani sigurin hjá B71 á Toftum fyri trimum mánaðum síðani, hava liðini bæði fylgst.
Tí var lítil ivi um, at fór ein vinnari at verða av dystinum leygardagin, var hetta nýggja liðið í Formula-deildini. Men vinnari var eingin, og tó at sandoyingar - takkað verið sigrinum á Toftum - standa seg best í innan hýsis uppgerðunum, so eru enn tríggir dystir eftir at spæla, áðrenn endaligi dómurin kann avsigast.

Einvíst á Clayton
Stigatalvan staðfesti, at hetta vóru tey bæði bestu aðrudeildar liðini í landinum, og í nógvar mátar bendi spælið eisini tann vegin. Í øllum førum, um tosast skal um leikferðina, tí hon var væl hægri, enn tú sært hana í flestu øðrum dystunum í deildini.
Og tó at spælið í løtum var nakað rótut, so var eisini greitt, at partarnir hvør í sínum lagi høvdu eina greiða spæliætlan. Vertirnir stillaðu upp í eini 3-5-2 uppstilling, har lagt varð upp til, at nógv skuldi ganga fyri seg á miðvøllinum. Ein miðvøllur, sum við Eli Hentze sum skipara skuldi føða Clayton Soares frammi í álopinum.
Partvíst eydnaðist ætlanin eisini, ella skuldi tað verið sagt, at hon eydnaðist ov væl. Tí til tíðir fekk Clayton Soares hampuliga nógv at arbeiða við, men ikki óvæntað, so gav B68-verjan honum stóran ans. Ofta vóru tveir mans í krovinum á langlimaða brasiliumanninum, so skjótt hesin fekk bóltin, og tí vóru fortreytirnar fyri nakrari munagóðari roynd aloftast sera ringar. Og ivaleyst vildi tað verið skilabetri, um spælið við hvørt vekslaði nakað yvir á kvika Tummas Paula Olsen. Fryi steðgin var tað bert ta einu ferðina, at hann varð sendir avstað, og tá var eisini um reppið, at mál spurdist burturúr, men hart kroystur av verjuspælara sendi hann út um handara stólpa.

B68 stýrdi meira
Hjá B68 tóktist spælskipanin at medda beint eftir veikleikunum hjá B71. Sæð í mun til eina 4-4-2, so er ein 3-5-2 nakað meira sárbær yvir kantarnar, og fyri steðgin løgdu toftamenn seg miðvíst eftir at avdækka hesar veikleikar. Við lítla lotinum ímóti, lá eisini væl fyri at spæla djúpt í borðunum, og fleiri ferðir komu gestirnir eisnini í góðar støður. Heilt opni møguleikin tóktist tó leingi at bíða, men teir vóru kortini so nær við, sum tilber, tá Jóhan Petur Poulsen sera hegnisliga fluktaði á stólparótina.
Tað var tó dyggur smeitur fyri B68, at teir tíðliga í dystinum mistu ein av týdningarmestu spælarunum. Øssur Hansen hevði fingið ein skaða í lærkrikan undir venjing hóskvøldið, og eftir bara sjey minuttum segði hesin stopp. Tað vil við øðrum orðum siga, at ætlaði sterki miðvøllurin hjá B68, sum tóktist so upplagdur undan kappingarbyrjan, nú var av ongum. Julian Johnsson hevur verið skaddur leingi. Jann Ingi Petersen var leikbannaður, og altso ein Øssur Hansen á skaðalistanum.

Rættvísur javnleikur
Hóast fyrri hálvleikur leikliga hevði verið millum teir frægu, so tóktust báðir partar onkursvegna nakað fjáltursstungnir, tá farið var undir seinnu trý korterini. Kanska var týdningurin av dystinum nú vorðin enn sjónligari hjá báðum. Toftamonnum, tí teir vistu, at einans ein sigur taldi, og sandoyingarnir, tí teir kanska hildu seg vera nærri Formula-deildini, enn teir hava hildið fyrr í ár.
Í øllum førum lógu vertirnir nú nakað djúpari í verjupartinum, soleiðis at teir í enn størri mun dúvaðu upp á kontra, og longu eftir tíggju minuttum gav hetta eisini úrslit. Sum ikki einaferð, so var tað Clayton, sum var upprunin til málið. Hann snýtti fyrsta verjuspælaran, áðrenn bólturin varð sendir flatt inn í brotsteigin. Har hevði Magnus Olsen sníkt seg inn, og hóast skotið hvørki var hart ella serstakliga neyvt, so legði bólturin seg til rættis handan Albert Sævarsson í B68-málinum.
Og so stóð nógv á. Hjá báðum pørtum. Toftamenn vórðu nú tvingaðir fram á vøllin, og tað var heldur ikki so leingin, áðrenn Julian Johnson av beinkinum royndi at flyta fólkið fram. Anderson, sum var hálvgum skaddur, varð skiftur inn í álopið, og Arnbjørn Danielsen varð fluttur fram á miðvøllin.
Sandoyingar fullu hinvegin av álvara aftur í verjustøðu. Kviku kontra-álopini hava í ár verið eitt av vørumerkjunum hjá liðnum, men hesi riggaðu at kalla als ikki. Í øllum førum ikki, um kontra eisini skal skijlast sum nakað meira varierað enn bara langar bóltar niðan á Clayton Soares.
Tað viðførdi eisini, at sandoyingar komu undir størri trýst, enn teir høvdu ætlað. Alt ov ofta varð bólturin bara givin burtur, soleiðis at toftamenn av nýggjum kundu byrja álop, og at enda gav hetta eisini úrslit. Arnbjørn Danielsen dróg seg leysan í vinstru, og tá bólturin varð sendir hart og væl innfyri, drønstútaði Kristian Anton Andreasen í kassan.
Og vildi væl til, so kundu gestirnir farið avstað við øllum. Tað skuldi í øllum førum ein dupultbjarging frá Waldemar Nowicki til, tá fyrst Kristian Anton og síðani Fabricio royndu seg, og løtu seinni var liðugt.

Avgjørt komandi leygardag
Og úrslitið vóru tað so sandoyingarnir, sum kundu fegnast mest um. Eisini hóast teir ivaleyst iðraðu seg um, at teir skuldu fella so langt aftur á vøllin, tá teir høvdu lagt seg á odda. Í øllum førum er bæði sett- og matchbóltur nú í hondunum hjá B71, og alt bendir á, at spurningurin um beinleiðis uppflytingina verður svaraður, tá B71 næsta umfarið vitjar í Sandavági. Soleiðis sum deildin hevur háttað sær í ár, so er FS Vágar 2004 helst einasta liðið, sum kann fara at geva hinum báðum trupulleikar í endaspurtinum. Eisini hóast tað sjálvandi eru onnur, sum hava argað ígjøgnum árið.
Hjá toftamonnum var talan hinvegin - sum tað so rámandi verður sagt aðra staðni á síðuni - ein ordans strika í rokningini. Felagið legði longu eftir niðurflytingina nógv fyri í royndunum at endurvinna sessin millum tey bestu, og tey flestu mundu alt fyri eitt halda, at uppflytingin skuldi verða avgreiðsluspurningurin. Eisini yvirritaði, sum í stóru fótbóltsupptakt okkara segði, at talan fór at verða um B68 og so hini. Tann yvirskriftin skuldi nokk heldur verið B71, B68 og so hini&