Jóna Hansen er sett í starv sum nýggjur kommunulækni í Sandoynni, og eru nú øll kommunulæknastørvini í læknadøminum sett. Tað upplýsir Sands kommuna á Facebook síðuni hjá kommununi í dag.
Jóna Hansen hevur verið ein av fýra kommunulæknum, ið hevur havt viðtalu í Miðlon, men hevur verið í farloyvi frá starvi sínum í Miðlon síðan 1. mars 2017.
Dánjal Petur Højgaard hevur seinastu árini verið einsamallur kommunulækni í føstum starvi á oynni hjá teimum umleið 1230 borgarunum í Sandoyar Læknadømi.
Jóna Hansen er næsti kommunulæknin, ið er sett í starv eftir, at Heilsutrygd í summar søkti eftir tíggju kommunulæknum til átta læknadømir. Frammanundan er Gunnhild Helmsdal sett í starv sum kommunulækni í Vestmanna Læknadømi.