Hóast teir næstbestu hjá Víkingi eru væl ovara á støðutalvuni, enn teir í B71 eru, so eydnaðist tað i dag heimaliðnum at vinna trivaligan 3-0 sigur ímóti Víkingi, sum var gestur á Sandi.
Merkisvert er tað, at hetta var onnur ferðin í ár, at B71 vann fulla úrtøku ímóti Víkingi. Fyrra ferðin var 4. mai, tá ið B71 vann 4-2 í Sarpugerði.
Úrslitið í dag ber við sær, at B71 er á sjeynda plássi við 17 stigum, og at Víkingur er á triðja plássi við 25 stigum.
Fýra minuttir undan steðginum var tað Jónatan Kjærbo, sum setti hol á. Uppleggið átti Bogi Hentze. Hetta var triðja málið hjá 18 ára gamla Jónatan Kjærbo í ár. Ein tími var farin, tá ið 20 ára gamli Áki Hentze økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Kristian Krog Hentze. Hetta var fyrsta málið hjá 22 ára gamla Áka Hentze í næstbestu deildini í ár.
Tveir minuttir undan leikloki staðfesti Tijani Mohammed trivaliga 3-0 heimasigurin. Hetta var 10. málið hjá Tijani Mohammed í ár. Hann er næstbesti málskjútti í 1. deild.
Leygardagin 1. juli fer B71 at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og sama dag fær Víkingur vitjan av toppliðnum á Skála.