Sands Kommuna keypti køtt í sekkin

Uttan at tryggja sær, at ætlanin varð veruleiki, keypti Sands Kommuna eini sethús á Sandi fyri knappliga hálvaðru millión at brúka til almenna umsiting, sum landsstýrismaðurin við almannamálum segði teimum, at hann ætlaði at flyta til Sands

Sands Kommuna hevur forkeypt seg, tá eini hús vórðu keypt til væntaðar inntøkur, sum táverandi landsstýrismaðurin við almannamálum hevði boðað borgarstjóranum frá, skuldu flyta til Sands, sigur borgarstjórin, sum var, tá húsini vórðu keypt. Núverandi borgarstjórin, sum tá var landsstýrismaður, heldur ikki, at húsini nýtast at standa tóm, hóast eingin deild hjá Almannastovuni flytir til Sands beint nú.
Seinasta heyst keypti Sands Kommuna eini stór sethús á Sandi. Húsini skuldu brúkast til ymiskar tænastur hjá kommununi so sum kommunuskrivstovu, kunningarstovu, bókasavn og annað. Umframt var so ætlanin, at helvtin skuldi leigast út til at hýsa eini økisdeild hjá almannastovuni, har eini fýra - seks fólk skuldu arbeiða.
Hendan ætlanin var komin í lag, eftir at borgarstjórin á Sandi og landsstýrismaðuin við almannamálum høvdu tosað saman.
Jóan Petur í Soylu, táverandi borgatrstjóri á Sandi, váttar at húsini lutvíst vórðu keypt upp á væntaða inntøku, eftir at Páll á Reynatúgvu, táveradi landsstýrismaður við almannamálum, hevði sagt honum frá, at landsstyrismaðurin arbeiddi við at flyta ein part av umsitingini hjá Almannastovuni til Sands.
Jóan Petur í Soylu viðgongur í dag, at kommunan helst hevur keypt eini ov dýr og ov stór hús uttan at tryggja sær ta neyðugu inntøkuna, sum skal gjalda húsini afur.
Húsini kostaðu 1,4 millión krónur. Tey eru í tveimum hæddum upp á umleið 200 fermetrar hvør. Sum er stendur umleið helvtin av húsunum tóm, og bygdarráðið má nú leita eftir onkrum, sum er áhugaður at sleppa inn, sigur hann.
Sands Kommuna hevur goldið húsini, sigur Jóan Petur í Soylu. Hóast kommunan eigur nakað av peningi innistandandi, er tað greitt, at tað tyngir kommununa fíggjarliga. Sands Kommuna hevur í ár eina góða millión í halli á fíggjarætlanini. Og útlitini eru ikki ov bjørt, sigur hann. Bæði fólkatal og inntøka eru minkandi í løtuni.

Ókent mál
Í Almannað- og Heilsumálaráðnum kenna tey als einki til at talan skal vera um at flyta nakra deild hjá Almannastovuni til Sands.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at honum kunnugt er eingin slík ætlan. Eingin liggur á hansara borði, og eftir at hava kannað málið hjá embætismonnunum, sigur hann, at har er eingin, sum veit um slíka ætlan yvirhøvur.
?Eg kann so siga, at í løtuni er einki, sum verður gjørt her í húsinum, sum bendir á nakra slíka ætlan, sigur landsstýrismaðuri við almanna- og heilsumálum.
Stjórin á almannastovuni, Petra J. Joensen, sigur, at tankin um at stovna eina økisdeild hjá Almannastovuni á Sandi, hevur verið havdur á lofti, men at einki ítøkiligt hevur verið frammi kortini.
?Tað er soleiðis, sigur hon, at nýggi bygnaðurin hjá Almannastovuni leggur upp til, at økisdeildir kunnu setast á stovn kring landið. Og Sandoyggin og Vágar hava so verið nevndar í hesum sambandi, tí har hevur Almannastovan onga deild, sum er.
Søkt varð á fíggjarlógini fyri 2002 um at fáa fígging til deild í Vágum, men tað varð ikki til nakað.
Um ætlanina um deild á Sandi, sigur hon, at málið hevur verið vent saman við táverandi landsstýrismanninum og táverandi aðalstjóranum í Almannamálaráðnum. Aðalstjórin er síðan farin í annað starv, eins og landsstýrismaðurin eisini er farin úr starvi.
Almannastjórin leggur dent á, at als einki ítøkiligt var í teirri ætlanini, sum nevnd varð.

Møguleikin var har
Sambært nýggja bygnaðin hjá almannastovuni er møguligt hjá stovninum at lata upp nýggjar økisdeildir, um hann hevur politiskan uppbakning, sigur Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi landsstýrismaður við almannamálum.
Í hesum føinum tók landsstýrismaðurin undir við ætlanini, sigur hann.
Hann sigur, at hann ætlaði at fáa tvær nýggjar økisdeildir hjá Almannastovuni. Eina í Vágum og eina á Sandi. Men tann ætlanin, hann arbeiddi við, datt niðurfyri, tá valið varð útskrivað, og hann sjálvur frákoyrdur, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann leggur dent á, at tað hevði ikki verið nakar meirkostnaður fyri Almannastovuna, at fingið hesar deildirnar afturat. Tí í miðstaðarøkinum hevði kortini verið neyðugt at gjørt nýggjan leigusáttmála hjá stovninum, og fólkini hvødu verið tey somu. So tað hevði gingið upp.
Páll á Reynatúgvu er nú aftur borgarstjóri á Sandi og skal tískil fáa avsett húsini, Sands Kommuna hevur keypt.
Hann metir ikki, at tað fer at verða nakar trupulleiki at fáa leigað tann partin av húsunum, sum Sands Kommuna sjálv ikki nýtir, út.
?Tað eru fleiri, sum hava víst áhuga fyri at sleppa inn, sigur hann. So húsini skulu nokk verða nýtt, háost Almannastovan ikki flytir suður. Men tann møguleikin var har, tá húsini vórðu keypt, sigur hann.