Sandy gjørdi enda á Bounty

Ódnin Sandiy gjørdi í dag enda á seglskipinum Bounty, sum var ein eftirgerð av tí kenda enska herskipinum.

CNN sigur, at skipið var statt úti fyri amerikonsku eysturstrondini, tá ódnarveðrið brast á. Manningin, sum taldi 17, gjørdi av at fara í bjargingarbátarnar. Amerikanska sjóverjan tók seinni manningina upp.

Nakað eftir middag frættist, at Bounty var farið til botns. Skipið bleiv brúkt í filminum "Uppreisturin umborð Bounty" í 1960, og tað bleiv eisini brúkt til filmin "Pirates of the Caribbean - Dead man's chest".