Sangarin Jasmin greiðir frá rasistiskari hending í Havn

– Eg eri troytt av hesum, og eg eri troytt av, at folk halda, at tey kunnu siga slíkt við ein annan persón og halda, at tað er fullkomiliga í lagi. Hetta var ein vaksin maður, og vit eru tvær ungar gentir. Hetta hendi ein leygardag klokkan 13

Kring allan heimin vísa fólk sína ónøgd um, at menniskju enn í dag dagliga eru fyri rasismu av alskins slagi. 25. mai varð amerikumaðurin George Floyd handtikin og dripin á gøtuni av løgreglumanninum Derek Chauvin. Morðið varð filmað og lagt á sosialu miðlarnar, og tað hevur skapt øsing kring allan heimin.

Í Føroyum verður eisini ljós varpað á rasismu klokkan 14 í dag, tá mótmælisgongan »Black LIves Matter - Eisini í Føroyum« veður hildin á vaglinum við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani verður farið oman í perlutorgið, har tónleikarin og sangarin Jasmin spælir nøkur løg, og har orðið annars verður frítt.

– Hóast myrk folk í Føroyum ikki verða dripin av løgregluni, er rasisma sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum og tað er nakað, ið SKAL broytast, siga fyriskipararnir av tiltakinum í tíðindaskrivi fyrr í vikuni.

Í gjár skrivaði tónleikarin Jasmin Mote á sosialu miðlunum um hending, sum hon hevði upplivað sama dag.

– Eg og Tamara fóru ein túr oman í býin í dag, og tá vit koma aftur til okkara parkeraða bil, síggja vit, at vit hava fingið eina bót. Meðan vit taka bótina úr rútinum, eygleiðir ein vaksin maður okkum. Maðurin róðar síðani, “Hasin parkeringsvagturin hevur nokk verið hvítur, nú vit tosa so nógv um rasismu hahaha”. Eg svari, at hatta haldi eg ikki vera stuttligt og seti meg inn í bilin, skrivar Jasmin Mote.

– Tá vit koyra avstað, síggja vit, at maðurin, sum koyrir frammanfyri okkum er tann sami maðurin. Hann rullar vindeygað niður og langar ein fuckfingur upp í luftina til okkum, sigur hon síðani.

– Vit koyra hvør sín veg, og tá vit standa við vegamótið við Á í miðbýnum og skulu koyra avstað, koyrir ein bilur móti okkum. Bilurin steðgar, vindeygað fer upp, og vit síggja, at hetta er sami maðurin, sigur hon framhaldandi frá.

– Hann rópar eftir okkum og spyr ,“Hvat fanin er galið við tykkum, og skilja tit forhelviti ikki sarkasmu”. Vit endurtaka, at  vit halda ikki, at hatta er stuttligt, og vit halda ikki, at hatta er í lagi. Hann vil onki hoyra og koyrir speedarin í botn og koyrir víðari, skrivar hon. 

– Vit koyra 50 metrar aftrat og enda við eitt annað vegamót og bíða, til vit sleppa út.
Tá kemur sami maður koyrandi ímóti okkum og steðgar viðsíðuna av, og enn einaferð rullar hann vindeygað niður og sigur, hvat hann heldur um okkum. Hann rópar “Tit skulu halda kjaft, og hatta er tað, sum ger tykkum til sovornar nekarar!", skrivar hon síðani.

– Eg eri troytt av hesum, og eg eri troytt av, at folk halda, at tey kunnu siga slíkt við ein annan persón og halda tað er fullkomiliga í lagi. Hetta var ein vaksin maður og vit eru tvær ungar gentir. Hetta hendi ikki leygarnátt í býnum ímeðan man er ávirkaður, hetta hendi ein leygardag klokkan 13, sigur hon síðani.

– Tá eg sigi, at her eksisterar rasisma, hava tit uppgávu at lurta, sigur hon til endans.