Í dag andaðist sangarin og bassleikarin í sekstiárabólkinum The Monkees, Peter Tork.
Peter Tork var við frá byrjan í 1966, og var eisini við tær mongu ferðir, bólkurin róði aftur á, og fann saman aftur til ymisk høvi.
Bólkurin verður mettur sum ein av fyrstu dreingjabólkunum í rock/pop søguni, og var eitt amerikanskt aftursvar til The Beatles.
The Monkees vóru settir sman í samband við sjónvarpsrøðina The Monkees, har tær 4 stjørnurnar vóru fyrimynd hjá skríggjandi tannáringum.
Bólkurin hevur selt um 75 milliónir eintøk av útgávum sínum kring knøttin. Kend løg hjá bólkinum eru t.d. Daydream Believer, I'm a Believer og Last Train to Clarksville.
Hann, ið fyrst og fremst sang í The Monkees, Davy Jones, andaðist í 2012.
Peter Tork gjørdist 77 ára gamal, og fekk í 2009 krabbasjúku, men hevur seinni verið sagdur at vera frískur. Deyðsorsøkin er ikki upplýst.