11. oktober skipar Heimamissiónin fyri sangdegi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta tiltak verður fyriskipað, nú einki sangskeið verður í ár, skrivar Trúboðin. Árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini, sum hevur verið hildið í heystfrítíðini seinastu 30 árini, er í ár avlýst. Í staðin verður ein sangdagur.
Hesin sangdagurin verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 11. oktober. Byrjað verður klokkan 9.00.
Luttakararnir verða býttir upp í tvey kór: Klassiska kórið, sum verður undir leiðslu av Heðini Kambsdal og Rútmiska kórið undir leiðslu av Jónhild Djurhuus.
Fyrrapartin verður kórvenjing. Beint eftir døgurða verður undirvísing í rørslu og rútmu og aftaná heldur venjingin fram.
Klokkan 20.00 verður hugnakvøld. Endaliga skráin er ikki løgd enn, men fyrireikararnir siga, at tað verður nógvur felagssangur, har gamlir sangsskeiðssangir verða sungnir. Kórini fara at syngja, tónleikur verður eisini á skránni og okkurt gott verður til matna.
Tiltakið kostar 300 krónur fyri luttøku allan dagin. Verður ikki fullteknað, verður møguleiki at keypa atgongumerki til hugnakvøldið fyri 150 krónur. Aldursmarkið er frá og við 8. flokki.