Sangfundur í Siloa

Fjølbroyttur kórsangur við fleiri solistum verður á skránni á fundinum í kvøld klokkan 18 Siloakórið fer í kvøld klokkan 18 at hava sangfund í Siloa. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni, og skráin er fjølbroytt. Siloakórið syngur bæði eldri og nýggjari løg og sangir, og høvundarnir og tónasmiðirnir eru bæði føroyskir og útlendskir.

Fleiri solistar vera at hoyra saman við kórinum, sum umframt úr Fuglafirði hevur manning úr fleiri øðrum bygdum í Eysturoy.