Sanghópurinn Sólarmegin í Føroyum

Tónleikavitjan

 

Íslendski sangbólkurin, Sólarmegin av Akranesi, vitjar í Føroyum 12. ? 19. juli. Bólkurin kemur higar at halda Vestanstevnu í Sørvági, sum er vinarbýur hjá Akranesi. Eisini er fyriskipað konsert í Listasavni Føroya í havn týsdagin 17. juli klokkan 20.

Í Sólarmegin eru átta sangarar, fýra kvinnur og fýra menn. Sangbólkurin er ein áhugabólkur, men fleiri av limunum hava tónleikaliga útbúgving, bæði í sangi og spæli. Leiðarin, Guðmundur Jóhannsson, sum eisini syngur bass, spælir t. d. við lokala bólkinum, Melasveitin, sum eisini er við til Vestanstevnuna.

Sólarmegin hevur sungið síðani 1990 og givið út eina fløgu. Bólkurin hevur spælt til konsertir nógva staðni í Íslandi og hevur vitjað Danmark, Noreg, Finnland og Svøríki. Reportiorið er tónleikur í øllum sjangrum, frá kirkju- og fólkatónleiki til umskrivingar av populerum tónleiki. Á skránni hesaferð er tónleikur úr Føroyum, Íslandi og Írlandi.

Sangbólkurin hevði tvær konsertir í Íslandi beint fyri Føroyatúrin, og ummælari frá Morgunblaðnum skrivaði 6. juni: »Sólarmegin er ein harmoniskur sangbólkur; tey syngja glitrandi reint og halda áhoyrarunum við fíntfølandi sangi. Vónandi verður bólkurin eins ambitiøsur í framtíðini?«