Fyri tjúgu árum »uppfann« danin Gunnar Geertsen søguna um Bølle Bob, sum síðan er vorðin fólkaogn í Danmark. Leikurin hevur verið á palli óteljandi ferðir síðan og millum annað er ein sjónvarpsrøð gjørd um Bølle Bob. Eisini tónleikurin, sum er ein samantvinnaður partur av søguni um Bølle Bob, er vorðin væl umtøktur í Danmark, seldar eru umleið 350.000 plátur og fløgur, og millum løgini finnast eisini fleiri landaplágur.
Og tað var eitt av hesum løgunum við Bølle Bob, sum fekk Elin á Rógvi at hugsa um, hvørt tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at fingið leikin umsettan og umskrivaðan, so eisini føroysk børn (í øllum aldri) kundu fáa gleði av søguni.
- Tað var eitt hvørt í tónleikinum við Bølle Bob, sum fangaði meg. Eg hevði longu tá ætlanir um at leikstjóra ein sjónleik fyri børn, men eg valdi tó at lesa fleiri aðrar leikir, áðrenn eg gjørdi av at tað skuldi vera Bølle Bob, greiðir Elin á Rógvi frá. Hon hevur sjálv leikstjórnað leikinum, meðan Herleif Hammer er framleiðslustjóri.
Tað var eitt ivamál um Bølle Bob skuldi sleppa at varðveita sítt danska navn, men fólkini aftan fyri leikin valdu tó, at í Føroyum skal Bølle Bob eita Kúlla Knút.
Stuttligur leikur
Søgan í sangleikinum um Kúlla Knút fer fram í eini føroyskari bygd, har ein standmynd skal avdúkast. Av einhvørjari orsøk verður standmyndin stolin, men vit kunnu tó longu avdúka, at hon kemur afturíaftur, áðrenn leikurin er av. Fleiri stuttligar søgur og stuttligir persónar eru í leikinum, millum annað handilsmaðurin Blom, sum selir børnunum bomm og ymiskt annað.
Elin á Rógvi sigur, at leikurin fyrst og fremst er stuttligur, men sjálvandi er eisini ein moralur aftanfyri, leggur hon afturat. Eisini er tónleikur og sangur ein berandi partur av leikinum, og millum annað verða tíggju sangir framførdir, teir umleið tveir tímarnar, leikurin varir.
20 leikarar
Tilsamans 20 leikarar, 15 børn og fimm vaksin, úr Havn, Hoyvík, Kollafirði og Nólsoy, eru við í leikinum. Elin á Rógvi hevur sjálv valt børnini út til leikin, eftir at tey hava verið til »casting« í Sjónleikarahúsinum, har tey millum annað skuldu vísa, at tey dugdu at syngja, dansa, spæla sjónleik og so skuldu tey eisini vera til reiðar at nýta stóran part av síni frítíð til venjingar.
Venjingarnar til leikin byrjaðu um hálvan august, og liggur nógv arbeiði aftanfyri, nú tey leygardagin hava frumsýning av leikinum. Av tí at talan er um ein sangleik, hevur avbjóðingin ligið í at fáa tónleikin at passa til sjónleikin.
Sangirnir eru allir umsettir til føroyskt, meðan løgini eru tey somu sum í donsku upprunaútgávuni. Av tí at upphavsrætturin til sangirnar og tónleikin við Bølle Bob er spjaddur á fleiri hendur, rokna tey í Havnar Sjónleikarfelag ikki við, at nøkur fløga fer at spyrjast burturúr. Men tey hava tó fingið loyvi til at spæla ein sang um Kúlla Knút inn av nýggjum, og hesin verður væntandi at hoyra í útvarpinum í næstum.
Frumsýning leygardagin
Leygardagin klokkan 19 verður frumsýning í Sjónleikarhúsinum í Havn av sangleikinum um Kúlla Knút. Av tí at pallurin er stórur, og leikararnir eru ikki færri enn 20 í tali, vænta tey ikki at farið verður at ferðast kring landið við leikinum. Fyribils er ætlanin at spæla sangleikin um Kúlla Knút 14 ferðir, men annars so leingi, sum áhugi er fyri leikinum.