Sangskúli Føroya

At íslendingar eru eitt syngjandi fólk, vita øll, sum hava havt samband við grannatjóð okkara fyri vestan. Ikki minst hugtiknir hava føroyingar verið av teim manskórum, sum hava vitjað hendavegin, og nøvn sum Stefan Islandi, Guðmundur Jónsson og so mong onnur hava verið sanghugaðum fólki her kunnug.

Men tað er í seinni árum, at sanglívið, fyrst og fremst í Reykjavík, men so við og við eisini úti um alt Ísland, rættiliga hevur tikið dik á seg. Orsøkin til hesa menning var stovnanin av Sangskúlanum í Reykjavík og um sama mundið fyri fjórðingsøld síðan av Óperu Íslands. Eyðsæð er, at slík megnarstig hvíla á fleiri herðum; men tað er ikki at taka nakað frá nøkrum at nevna tvey nøvn burturúr: Ólöf Kolbrún Harðardóttir og Garðar Cortes. Ikki bert hava tey bæði skarað framúr sum sangarar á altjóða stigi, men hava eisini lagt lív og sál í hetta at menna og skapa gróðrarlíkindi fyri framkomnum sanglívi í heimlandinum. Nú er tað so heppið, at hesi bæði listafólkini hava fingið tokka til Føroya land og fólk og eru sinnað við støði í teirra royndum og førleika at leggja orku í at hjálpa okkum at fáa í lag føroyskan sangskúla eftir íslendskum mynstri og í fyrsta umfari sum deild av teirra virksemi í Reykjavík. hvønn týdning og hvønn íblástur eitt slíkt stig kann fáa fyri tey sangevni og tann sanghug, sum búgva í okkara fólki, er lætt at ímynda sær. Ólöf og Garðar hava havt tvey sangskeið saman frammanundan, og skeiðið nú 8.?15. november er fyrst og fremst ætlað næmingum, sum eru sinnaðir at taka við einum veruligum sangskúlatilboð eftir nýggjár, sum við 4-5 lærarum og undirvísing í sangi, hoyrilæru og tónleikakunning er ætlað at hava í trimum skeiðumførum fram móti summarfrí næsta ár.

Skeiðtilboðið hesaferð er einatímar ella tvey og tvey saman um tíman, og verður tá mælt til 3 ferðir hálvan tíma yvir vikuna. Eisini kunnu upp til 5 næmingar vera saman um tímar í raddarvenjing, eitt tilboð mest til tey ungu í 14-18 ára aldri.

Leygardagin og sunnudagin seinnapartar 11. og 12. november verður kórsangur, har álagt verður øllum sangnæmingunum at verða við.

Kostnaður: 250 kr. um tíman at býta eftir luttakaratali og harafturat 100 kr. fyri kórsangin báðar dagarnar.

Undirvísingarstøð: Tórshavnar Musikkskúli á Frúutrøð fyrrapartar og barakkirnar niðan fyri gamla Realskúlan seinnapartar og kvøld. Kórsangurin verður í Kommunuskúlahøllini.

Undirvísingartíðir: 10.00-13.00, 14.30-18.00, og um kvøldini eftir kl. 20.00 verður sangundirvísing ella samsangur eftir tørvi.

Tað eru enn pláss til nýggjar næmingar. Meldið tykkum hjá Petru Iversen í Kvívík og tá helst gjøgnum teldupost ? adressa: [email protected] ? í seinasta lagi mánadagin 30. oktober.

Skeiðsgjaldið sambært tí tímatali, sum avtala verður gjørd við Petru um, verður innan skeiðið at flyta á konto í Føroya Sparikassa nr. 9181 130 292 4.


Ólavur Hátún

og

Petra Iversen