Fyrr í dag varð avdúkað, hvørjir teir 10 luttakararnir til ársins danska Melodi Grand Prix eru. Millum teir er hálvi føroyingurin, Sigmund Trondheim.
Teir 10 ymsu sangirnir eru tøkir á netinum, og veddingarfyritøkan, Danske Spil, hevur lurtað allar sangirnar væl ígjøgnum. Danske Spil er í hesum sambandi komin við fyrstu metingunum um vinnaran til kappingina. Men vónirnar til føroyska Sigmund Trondheim eru ikki høgar. Danske Spil skrivar soleiðis um hann:
- Sangurin hjá Sigmundi er ikki nóg spennandi, og hann skilir seg ikki frá hinum. Tí meta vit ikki, at hann hevur so góðar møguleikar fyri at vinna, so vit geva pengarnar 22 ferðnar aftur, um hann vinnur.
Hoyr sangin "Say My Name" her.
Tann, ið verður mettur at vinna, er Leonora við sanginum “Love is Forever”. Veddingarfyritøkan kallar hetta ein sterkan og fangandi sang. Vinnur Leonora, so fær mann pengarnar 2,25 ferðnar aftur. Næsthægst í metum er sangurin “League of Light” hjá Julie og Ninas.
Hesi verða við: Leeloo, Sigmund, Humørekspressen, Rasmus Faartoft, Marie Isabell, Teit Samsø, Simone Emilie, Julie & Nina, Jasmin Gabay og Leonora. Danska Melodi Grand Prixið verður 23. februar í Boxen í Herning.