Sankta Frans Skúli 70 ár

Mánadagin 8. desember eru liðin 70 ár síðan Sankta Frans Skúli í Havn bleiv vígdur. Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Havnar í 1931, og byrjaðu tær skúla í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett

Mánadagin var hátíðardámur í Sankta Frans Skúla, tá skúlin fylti 70 ár. Skúlabørnini
fingu ein annarleiðis dag. Tey møttu á skúlanum til eina hugnaløtu, og klokkan 10 fóru øll tey 365 børnini út í garðin við hvør sínari ballón og stillaðu seg upp í rekkju sum eitt 70-tal. Ballónirnar vóru í føroysku litunum, hvítar, reyðar og bláar. Inni í hvørjari ballón var ein seðil við eini persónligari heilsan frá hvørjum barni, soleiðis at um onkur finnur seðilin, kunnu tey seta seg í samband við Sankta Frans Skúla. Tey eru áhugaði at vita nær og hvar seðilin varð funnin.
Aftaná vóru børnini boðin til kakao og bollar, og foreldrini fingu kaffi og køkur á lærarastovuni.

Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Havnar við DFDS ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine á kvøldið tann 24. apríl 1931. Sama árið byrjaðu tær skúla í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett, næmingatalið lá um 25. Í 1932 stovnaðu tær ein barnagarð til umleið 20 børn. Tann nunnuskipan, sum franciskanarasystrarnar í Havn hoyra til, varð stovnað í 1876.

Í 1932 keypa franciskanarasystrarnar saman við bispadøminum í Keypmannahavn økið niðan fyri Viðarlundina, og árið eftir varð farið í gongd við at byggja skúla, kirkju, kleystur og barnagarð. Talan var um ein stóran bygning, sum H.C.W. Tórgarð arkitektur hevði teknað.

Kirkjuvígslan var 19. november, og skúlin varð vígdur 8. desember 1933. Umleið 60 fólk vóru samankomin, og katólski presturin Boekenoogen vígdi skúlan. Til vígsluna vóru millum onnur M.A. Jacobsen, borgarstjóri, Símun av Skarði, háskúlastjóri, Zachariassen, amtslækni og umboð fyri føroysku bløðini.

Sankta Frans Skúli varð øll tey fyrstu árini og líka til 1952 rikin sum privatskúli, uttan almennan stuðul. Fyrsti føroyski skúlastjórin var Bjarni Skaalum. Hann byrjaði sum lærari á skúlanum í 1967 og frá 1973-80 var hann varaskúlastjóri og skúlastjóri frá 1980-97. Áðrenn Bjarna Skaalum var systir Stinissen skúlastjóri.

1. apríl 1985 yvirtók Tórshavnar kommuna skúlan. Skúlastjóri í dag er Selmar Jacobsen, hann tók við í 1997. Á skúlanum ganga 356 børn og 29 lærarar eru knýttir at skúlanum


Síðan skúlin av fyrstan tíð varð tikin í brúk, er hann nakrar ferðir útbygdurur eins og skúlagarðurin eisini er víðkaður. Ætlanir eru frammi um at byggja ein nýggjan bygning við fýra skúlastovum.

Kelda. Sankta Frans Skúli v. Erhard Jacobsen