Sanne í tungum sjógvi

Sanne Salomonsen er ikki ókend á føroyskum pallum, men í løtuni gongst henni ikki so væl.

Sanne Salomonsen hevur nakrar ferðir vitjað í Føroyum, og danska sangkvinnan hevur eisini heitið Rockmamma. Hon er stutt sagt millum donsku rockhetjurnar.

 

Men 60 ára gamla Sanne hevur áður havt meira undanvind, enn hon hevur í løtuni.

At hon fyri nøkrum árum síðani fekk blóðtøpp í heilan rakti hart, bæði persónliga og fíggjarliga.

 

Sanne er nú farin á ferð, og 18 konsertir eru á skránni. Men Ekstrabladet veit at siga, at tað gongur heldur striltið at selja atgongumerki. Hóast mong av konsertstøðunum ikki eru av teimum størstu, kanska til eini 1000 áhoyrarar, so hoyrist enn um hálvtóm høli, ella at enn eru atgongumerki eftir.

 

Tað gongur upp og niður í tónleikalívinum, men Sanne hevur síðani hon kom fram, verið millum heilt stóru nøvnini í donskum tónleiki. men í løtuni sleppur hon so at royna, hvussu tað er at vera í einum aldudali.