Sannførandi føroyskur sigur

U-18 genturnar hjá Føroyum vunnu í dag seinasta dystin móti Estlandi sannførandi

U-18 genturnar hjá Føroyum, sum hesar seinastu dagarnar hava verið í Tallin í Estlandi og spælt menningarkapping móti Estlandi, Lettlandi og Litava, hava í dag spælt seinasta dystin á túrinum.

 

Dysturin var ímóti vertstjóðini Estlandi í einum dysti, sum føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi 3-0. 

Tórunn Joensen legði fyrst Føroyar á odda 1-0, tá hon sendi hornaspark beinleiðis í netið, og løtu seinni øktu Føroyar til 2-0, tá Estland gjørdi sjálvmál. Í seinna hálvleiki slerdi Rebekka Banbakoura sigurin fastan, tá hon skoraði til 3-0 til Føroyar, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Venjarin hjá U-18 gentunum, John Petersen, sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hann er væl nøgdur við kappingina.

 

-    Samanumtikið ein góð kapping, við fýra rímuliga jøvnum liðum. Allar á liðnum fingu nógva spælitíð, og tað eru sovorðnar kappingar, ið gera, at okkara gentur kunnu mennast, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

      

Føroyski sigurin á Estlandi ger, at Føroyar enda á einum deildum 2. plássi í kappingini, meðan Litava vann við fullum stigatali. Føroyar, Estland og Lettland fingu 3 stig í part, men føroyska liðið verður nummar 2, við besta málmuninum.