Tað var ongantíð nakar ivi um sigurin, tá ið Neistin sunnudagin hevði vitjan av VÍF í høllini á Hálsi. Longu frá fyrsta bríksli setti heimaliðið seg á dystin, og vestmannakvinnur fingu ongantíð fótin fyri seg í dystinum.
Eina løtu í fyrra hálvleiki sá tað út til, at talan fór at gerast um tað heilt stóra skrædli, tí tá ið fimm minuttir vóru til hálvleiks, var Neistin á odda 14-3!
VÍF ressaðist tó eitt sindur, soleiðis at talan ikki gjørdist um nakað veruligt sorl. Men dysturin var tíðliga avgjørdur, og spenningur kom ongantíð í aftur. Enn einaferð var Simona Petersen besti málskjútti hjá Neistanum, og enn einaferð var Ioana Rapa drúgvast hjá VÍF.
Neistin-VÍF 32-19(15-6)
Neistin: Simona Petersen 10(1), Annika Thomsen 6, Kára á Dunga 5, Marjun Tróndarson 3, Mia Káradóttir 3, Lív Reynheim 3(2), Jórun Ludvík 1, Unn Kragesteen 1
VÍF: Ioana Rapa 8, Barbara á Rógvu 3, Manuela Stan 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Alis Høghamar 1, Linda Johannesen 1, Torgunn Jónolvsdóttir 1, Annfríða Helgadóttir 1
Brotskøst: Neistin 4(3)
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Kristian Johansen