Sannførandi sigrar í øllum dystunum

Felags fyri allar hondbóltsdystirnar, ið vóru leiktir í dag var, at talan var um sannførandi sigrar til liðini, ið vunnu

Fýra hondbóltsdystir hava verið leiktir í dag. Tveir í bestu mansdeildini, og tveir í bestu kvinnudeildini.

 

Sum heild er spenningurin mestsum farin úr báðum kappingunum, nú tað heilt greitt vera Neistin og Kyndil sum fara at spæla FM finalu hjá kvinnum, meðan tað mestsum er heilt greitt eisini, at H71 og VÍF fara at spæla FM-finalur hjá monnum.

 

Mest spennandi dysturin í dag úrslitaliga var í høllini á Hálsi, har Kyndilsmenn spældu móti Stíf. Endaliga úrslitið av tí dystinum var, at Kyndil vann dystin við trimum málunum við siffrunum 29-26. Í hinum dystinum hjá monnum, sum eisini varð í høllini á Hálsi millum Neistan og oddaliðið, H71, var ongantíð nakar spenningur. Har bankaði H71 menninir Neistan av við 27-18 sigri.

 

Hjá kvinnunum vunnu VÍF kvinnurnar 27-22 sigur móti VB, soleiðis at nakað av spenningi er komið í, um hvat av liðunum fer avstað við bronsukrónunum. Og í hinum dystinum rætt og slætt bankaðu Kyndilskvinnur mótstøðuliðið av, tá tær vunnu heili 41-11 móti Stíf í høllini á Hálsi.

 

Einasti spenningurin í hondbóltskappingini tykist nú at vera, hvør avgerðin hjá Aganevndini fer at vera viðvíkjandi teimum kærunum sum VÍF og Neistin hava sent inn frá farna vikuskiftið. Tí á stigatalvuni er spenningurin fokin.

 

 

Dystirnir í dag:

Menn:

Kyndil – Stíf 29-26

Neistin – H71 18-27

 

Kvinnur:

VÍF – VB 27-22

Kyndil – Stíf 41-11