Tað er gott lag í EB/Streyma leguni, sum nú er á veg til hús. EB/Streymur hevur í kvøld vitjað B68, og úrslitið var 3-0 til gestirnar á Svangaskarði.
Arnbjørn Hansen skoraði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Eftir steðgin vaks vindurin rættuliga nógv. EB/Streymur hevði vindin undan, og tað eydnaðist at skora tvey mál afturat, áðrenn fyrsta korterið av 2. hálvleiki var farið.
Arnbjørn Hansen økti til 2-0, og Bárður Olsen staðfesti rimmar 3-0 sigurin, sum ber við sær, at oddaliðið EB/Streymur nú er sjey stig frammanfyri HB og B36.