Sannleikans tími hjá meistarunum

Skal HB ikki stinga fullkomuliga av frá EB/Streymi, eru trý stig treytaleyst krav hjá heimaliðnum

Fótbóltur

Við góðum triðingi farnum av kappingarárinum, er oddurin av Vodafone-deildini veruliga við at taka skap.

Og heldur óvæntað er hetta eitt skap, har meistararnir úr EB/Streymi ikki reiðuliga eru partur av myndini.

EB/Streymur er í løtuni sjey stig aftan fyri oddaliðið úr HB, og tað er ein munur, sum er í meira lagi av tí, sum fólkið kring samansetta liðið vil góðtaka.

Tí er eingin sum helst ivi um, at tað er sigurin, sum farið verður eftir, tá HB kemur á vitjan við Margáir sunnudagin.

Hinvegin hevur HB eisini sítt at spæla fyri. Veruleikin er nevnliga, at fær HB einki burtur úr dystinum, so kann støðan sunnukvøldið vera tann, at trý lið eru jøvn á oddasessinum.

Bæði NSÍ og Víkingur eru nevnliga greiðir favorittar í sínum dystum. Tey bæði liðini spæla á heimavølli móti liðunum, sum eru undir niðurflytingarstrikuni, og eftir hesum fortreytunum er ilt at síggja, at tað er hetta umfarið at KÍ og 07 Vestur skulu gera tann heilt stóra vørrin.

Botnbrak í Gundadali

Spenningurin er eisini stórur í Gundadali, har B36 tekur ímóti ÍF.

Tá B36 í næsta umfari vitjaði í Fuglafirði, vann árstalsfelagið ein hampuliga óvæntaðan sigur, sum avgjørt hevði sína ávirkan á laku byrjanina, sum ÍF fekk upp á árið.

Tí naggatódnini eru fuglfirðingarnir enn ikki komnir burturúr, og nú ræður um at fáa sigrar á borðið, soleiðis at hóttanin frá niðurflytingarstrikuni kann beinast burtur.

Og júst hetta er eisini setningurin hjá B36, har tey næstan hava gloymt, hvussu tað er at vinna dystir. Í øllum førum hava spælarar sum Johan Ellingsgaard, Jóan Pauli Jakobsen og Róaldur Jacobsen havt tað munandi betur, nú teir í Vodafone-steðginum hava vunnið bæði landsdyst móti Russlandi og steypakapping móti EB/Streymi.

Seinasti dysturin er á Argjum, har AB hevur havt sterkan skansa í ár. Toftamenn eru hinvegin als ikki sørir, og megna teir enn eina ferð at taka trý stig við sær av vøllinum, fer tað av álvara at líkjast einum heilt áhugaverdum fótbóltssummari á Svangaskarði.