Sannlíkt at pólskur dómari dømir HM-finaluna

Szymon Marciniak er favorittur til at døma HM-finaluna sunnudagin

Sunnudagin klokkan 15 verður ársins dystur í altjóða fótbólti. Tá verður HM-finalan millum Frakland og Argentina floytað í gongd.

 

41 ára gamli pólski dómarin, Szymon Marciniak er favorittur til at døma HM-finaluna.

 

Hann hevur dømt tveir dystir í HM-endaspælinum higartil, har hann dømdi framúr væl. Hann dømdi dystin millum Danmark og Frakland, og dystin millum Argentina og Avstralia.

 

Szymon Marciniak dømdi ikki nakra hálvfinalu ella fjórðingsfinalu, og tað fær ítróttarmiðlar at meta, at Szymon Marciniak verður valdur at døma HM-finaluna.