-Tað er mær ein heiður at taka av áheitan tykkara um at tilnevna meg varaforsetaevni, segði Sarah Palin, tá hon fór undir tað, sum politiskir eygleiðarar tulkaðu sum ta týdningarmestu røðuna, sum hon nakrantíð hevur hildið og kanska fer at halda. Eftir fagnaðinum undir og aftan á røðuna at døma er lítil ivi um, at sjálvt tey ivingarsomu á uppstillingarfundinum høvdu góðtikið hana. Spurningurin er so, um veljararnir hava somu hugsan.
Fyri bara nøkrum fáum døgum síðani vóru tað tey fáu, sum høvdu hoyrt navn hennara, og tað kom eisini púra óvart á teir flestu eygleiðararnar, at John McCain valdi hana til sítt varaforsetaevni. Men summir eygleiðarar siga, at hetta er bara enn eitt dømi um, at McCain gongur sínar egnu leiðir og tekur tær avgerðir, sum hann heldur vera tær bestu.
Sarah Palin gjørdi eisini sítt besta í nátt fyri at liva upp til álitið, og hóast hetta var hennara fyrsta veruliga røða, brúkti hon hana til at søkja at mótpartinum. Eitt nú vildi hon vera við, at Barrack Obama hevur drigið orðið "broyting" inn í valstríðið við tí fyri eyga at fáa persónligan ágóða burturúr.
-Sjálv eri eg ikki í iva um, hvørjar møguleikar amerikanararnir hava hesaferð. Í politikki eru tað valevni, sum brúka broyting til at fremja egna lívsleið, og so eru tað tey, sum brúka sína lívsleið til at fremja broyting, segði Sarah Palin og varð stórliga fagnað.
Tað var eisini týðiligt, at hon royndi at dyrgja eftir teimum kvinnuligu veljarunum.
-Hetta er Amerika, og allar dyr standa opnar fyri øllum kvinnum, segði hon.
Sarah Palin er guvernørur í oljustatinum Alaska, og í røðuni nam hon eisini við tann orkupolitikk, sum ein stjórn undir McCain fer at reka. Hon segði, at USA hevur nóghva olju, og at ein komandi republikonsk stjórn fer at dúva upp á amerikanska orku og amerikanskt uppfinningarsnildi.