Sarita er heimsmeistari

Vann gull í kappingini millum tær 30 – 39 ára gomlu

Ein føroyingur er í morgun vorðin heimsmeistari í innirógving.

Tað er Sarita Kristina Hansen úr Miðvági. Kappingin er í París, og Sarita vann kappingina á 2000 metra teininum millum kvinnur í aldursbólkinum 30 – 39 ár.

Sarita vann eisini HM ífjør.

Sigurin var sannførandi, tí Sarita var á málinum meiri enn fimm sekund undan tí næstu.