Sarkozy aftur upp í politikk

Síðani Sarkozy á forsetavalinum í fjør tapti fyri sosialistinum, Francois Hollande, hevur hann stórt sæð hildið seg burtur frá politikki og almennum hendingum.

Tí gita eygleiðarar, at fyrrverandi forsetin í Fraklandi, Nicolas Sarkozy, møguliga er á veg upp í politikk aftur – og hann er ikki blíður

Nú hevur hann á Facebook givið ilt av sær, tí grundlógaráðið í Fraklandi skal hava tikið avgerð um, at flokkurin hjá fyrrverandi forsetanum, UMP, skal missa 87 milliónir krónur í valstuðli.

Nicolas Sarkozy varð valdur til forseta í mai 2007, men á valinum í fjør varð hann ikki afturvaldur. Spurningurin er so, um hann nú aftur fer upp í politikk.