SAS ætlar stórfingna útbygging fram til 2030

SAS ætlar at keypa nýggj flogfør fyri eitt tvísiffrað milliardaupphædd og samstundis økja munandi um virksemið komandi árini.

SAS ætlar at vaksa munandi fram til 2030 og hevur sambært »Berlingske« ætlanir um at keypa nýggj flogfør fyri milliardaupphæddir. **Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað skrivar danska blaðið »Berlingske« undan tíðindafundi, sum flogfelagið heldur í morgin, týsdagin.

 

Sambært ætlanini vil SAS økja talið á ferðafólkum við 68 prosentum fram til 2030. Málið er eisini at styrkja Keypmannahavn sum altjóða miðdepil fyri flogferðslu í Skandinavia.

 

Stjórin í SAS, Anko van der Werff, sigur við »Berlingske«, at um ætlanin verður framd, kann hon skapa umleið 25.000 nýggj størv og økja bruttotjóðarúrtøkuna við umleið 25 milliardum krónum fram til 2030. Hann váttar tó ikki beinleiðis, at nýggj flogfør verða keypt.

 

Enn er ikki upplýst, hvussu nógv flogfør talan verður um, ella hvørjar rutur tey skulu nýtast á.

 

SAS hevur verið gjøgnum eina trupla tíð. Koronafarsóttin og eitt drúgt flogskiparaverkfall í 2022 elvdu til álvarsligar fíggjarligar trupulleikar, og felagið søkti um konkursverju í USA. Í 2023 komu nýggir íleggjarar inn í felagið og tryggjaðu framhaldandi rakstur.

 

Í fjør kunngjørdi SAS eisini eina avtalu um at keypa upp til 55 flogfør frá brasilska framleiðaranum Embraer fyri meira enn 25 milliardir krónur.

 

 

 

SAS ætlar at vaksa munandi fram til 2030 og hevur sambært »Berlingske« ætlanir um at keypa nýggj flogfør fyri milliardaupphæddir. **Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix