SAS avlýsir øll flogfør til USA

Norðurlendska flogfelagið SAS, sum í næstum fer at flúgva til Føroya, hevur avlýst allar fráferðir úr Oslo, Stockholm og Keypmannahavn til New York í morgin, og ivasamt er, um flogfelagið fer at taka flúgvingina upp aftur mikudagin.

Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at ein kavaódn á eysturstrondini hevur fingið SAS at avlýsa flogferðirnar til og úr USA í morgin.

Kunningarleiðarin í SAS, Knut Morten Johansen, sigur við blaðið, at flogførini hjá SAS høvdu kunnað lent í USA í morgin, men infrastruktururin á leiðini er ikki egnaður til kavaódn, og tí velur SAS at avlýsa flogferðirnar.


Norska flogfelagið Norwegian hevur ikki enn avlýst sínar flogferðir, men tey siga seg fylgja gongdini.

Sambært Dagens Næringsliv eru umleið fimm túsund flogferðir til og frá eysturstrondini í USA í dag og í morgin avlýstar.