Sunnudagin fer SAS undir regluliga flúgving millun Føroyar og Keypmannahavn.
Og tað vil SAS fegið hátíðarhalda í Havn, har tað verður opið hús í Fútastovu í Gongini, og har øll eru vælkomin, sigur SAS í tíðindaskrivi.
– Føroyar eru eitt dámligt ferðamál, sum leingi hevur verið áhugavert. Tí gleðir tað okkum, at vit nú kunnu flúgva til og úr Føroyum. Vit hátíðarhalda hesa flogrutu leygardagin, og øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá okkum hjá SAS. Skipað verður eisini fyri eini kapping, har vinningurin er ein túrur til Keypmannahavnar við SAS, íroknað gisiting við mati á hotelli, sigur Mariam Skovfoged, tíðindatalsfólk hjá SAS.
SAS sigur í tíðindaskrivinum, at dagligu fráferðirnar tryggja, at ferðandi úr Føroyum fáa góð flogsambond til nýggjar beinleiðis rutur í Skandinavia og restina av umheiminum við SAS.
– Rutan verður røkt við einum Airbus 319 við plássi fyri 141 ferðandi og Airbus 320 við plássi fyri 168 ferðandi.
– Kom á gátt og hitt okkara væluppløgdu SAS manning og okkara kapteyn, Herálv Nielsen, ið hevur tikið lut í upplæringini av teimum 17 flogskiparunum, sum skulu flúgva á føroyarutuni, sigur SAS.
Á almennu móttøkuni hjá SAS í Fútastovu bjóðar flogfelagið ábit og serbryggjað øl frá mikrobryggjarínum Mikkeller.