SAS flúgvari stendur framvegis parkeraður í Vágum

Fyri góðari viku síðani fekk ein flúgvari hjá SAS eitt sonevnt “bird strike”.

 

 

Fyri góðari viku síðani varð ein flúgvari hjá SAS raktur av einum sonevndum “bird strike”. Hetta merkir, at ein ella fleiri fuglar raka flúgvaran meðan flogið verður. Flúgvarin fleyg úr Keypmannahavn til Føroya týsdagin í fyrru viku, og hevur hann staðið parkeraður á flogvøllinum í Vágunum síðani tá. SAS hava hvørki upplýst um ávísu hendingina ella heildar-støðuna. Hetta hevur elvt til eina ávísa óvissu um, hvat er farið fram.

 

Stjóri í Vága Floghavn, Regin Jacobsen, boðaði í kvøld frá, at Vága Floghavn ikki ynskja at úttala seg vegna flogfeløgini um hendingina. Teimum kunnugt fór hendingin fram undir fráferð í Keypmannahavn. Tískil hevur hetta einki við Vága Floghavn at gera, sigur Regin.

 

##med2##

 

Hann leggur afturat, at har væntandi skulu flúgvast eykalutir til føroya, og at tað helst verður bíðað efitr hesum í verandi løtu.

 

Birdstrikes eru ikki óvanlig, og elva tey ofta til stórar tilfarsligar skaðar á flogførum kring heimin. Ein tann kendasta neyðstøðan í flogsøguni var orsakað av einum fuglaflokki. Hendingina nevnist "Hudson River", og lendi flúgvarin á undurfullan hátt á ánni, hóast báðir motorar vóru óvirknir. Filmar og filmsrøðir eru gjørdar um hetta.