SAS herðir kappingina við Atlantic

Selja bíligar vikuskiftistúrar á Føroya-rutuni

Danska flogfelagið SAS herðir nú kappingina við Atlantic Airways og ger tað uppaftur bíligari at flúgva millum Føroya og Danmark.


Um leita verður eftir ferðaseðlum millum Vágar Floghavn og Kastrup í dag, ber tað til at fáa ferðir fyri 955 krónur frá Føroyum til Danmarkar og aftur. 


Talan er um ein part av einum átaki hjá SAS, har ein millión ferðaseðlar verða settir bíliga til sølu og seinasta freist at keypa tær er 24. august.


Um farið verður til Danmarkar úr Føroyum 14. september og heimaftur 18. september, so er kostnaðurin 955 krónur. Sama ger seg galdandi, tá hugt verður eftir ferðaseðlum onnur dato teir komandi mánaðirnar. Fram til juni er nevniliga møguligt at keypa ferðir t/r við SAS fyri 955 krónur.


In.fo hevur kannað kostnaðin hjá Atlantic Airways í sama tíðarskeiði og er munurin fylgjandi:


Fráferð úr Føroyum 14. september – heimferð 18. september.
SAS 955 krónur. Atlantic Airways 2.120 krónur


Fráferð úr Føroyum 6. oktober – heimferð 9. oktober.
SAS 955 krónur. Atlantic Airways 1.997 krónur


Fráferð úr Føroyum 3. november – heimferð 6. november.
SAS 955 krónur. Atlantic Airways 1.349 krónur


Fráferð úr Føroyum 3. mars – heimferð 6. mars.
SAS 955 krónur. Atlantic Airways 1.249 krónur