Danski og svenski staturin noyðast eftir øllum at døma at seta slakar 9 milliardir krónur í skandinaviska flogfelagið SAS. Hetta kemur fram í eini fráboðan frá SAS í morgun.
Í fráboðanini sigur flogfelagið, at tað hevur bruk fyri 8,9 milliardum í nýggjum kapitali, tí felagið er í svárum fíggjarligum trupulleikum orsaka av koronakreppuni.
- Sjálvt um lond nú byrja at lata landamørkini uppaftur, so fer tað nokk at taka eini tvey ár, áðrenn virksemi hjá SAS og flogvinnuni sum heild er á sama støði, sum tað var undan koronakreppuni, sigur SAS í fráboðini.
Samstundis hevur svenska stjórnin í morgun skotið upp fyri svenska Ríksdegnum, at man setir 3,5 milliardir í skandinaviska flogfelagið, og danska fíggjarmálaráðið sigur, at eitt samt Fólkating hevur gjørt av, at danski staturin eisini skal seta meira pening í SAS.